Írland vil verða nummar 33

Írar vilja framvegis ikki góðtaka, at teir máttu lúta fyri hondini hjá Thierry Henry, tá Frakland vann seg víðari til HM-endaspælið. Nú hevur Írland søkt FIFA um loyvi at gerast land nummar 33 í HM-endaspælinum, sum annars bara telur 32 lond. – Eg leggi sjálvandi málið fyri eksekutiv-nevndini hjá okkum, men ganga vit umbønini hjá Írlandi á møti, mugu vit eisini finna pláss til Costa Rica, sum mátti lúta fyri avgerandi dómaramistaki í sínum play-off dysti móti Uruguay, sigur FIFA-forsetin, Sepp Blatter.