Árliga fiskikappingin verður leygardagin

(Frá Rás2) Hoyr fyriskiparan, Kára Johansen greiða frá

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2 hevði ígjár við Kára Johansen, sum er fyrireikari av tí árligu fiskikappingini í Havn.

 

Kappingin í ár verður leygardagin 6. mai. Aftaná klokkan 16 verður uppboðssøla niðri í Vágsbotni, og allur peningurin, sum kemur inn fer óskerdur til U12 liðið hjá B36, sum skal til Danmarkar at kappast í summar.

 

Umframt heiðurin at verða best eru eisini góðir vinningar til tey, sum gerast nummar eitt, tvey og trý í fiskikappingini.