Um middagsleitið í gjár legði skúlaskipið George Stage frá bryggju í Keypmannahavn við 63 næmingum í aldrinum 17 til 22 ár umborð, 22 kvinnum og 41 monnum, seks eru úr Grønlandi og trý úr Føroyum. Tíggju av næmingunum eru mynstraðir sum kokkanæmingar.
Ferðin varir fimm og ein hálvan mánað, og næmingarnir skulu gjøgnumganga grundskeið fyri skipsatstøðingar. Eftir eina væl gjøgnumførda ferð hava næmingarnir møguleika fyri at mynstra sum skipsatstøðingar í danska handilsflotanum. Áðrenn fráferðina hava tey 63 ungu umborð tikið skeið í sjótrygd, ið fatar um bæði eldsløkking og bjarging.
Sjóferðin, ið serliga verður í skandinaviskum og norðatlantiskum farvatni, endar 30. september. Skipið leggur inn í nógvar havnir á vegnum. Tann 30. juli verður Georg Stage við í Tall Skips Race 99 í Greenock í Skotlandi, har 100 stór seglskip og skúlaskip taka lut.
Meðan skipið er í Greenock, fáa næmingarnir høvi til at royna seg í kappingum við næmingar frá hinum skipunum, eitt nú í sjómanskapi, rógving, ítrótti, fótbólti og øðrum.
Miðskeiðis í september koma 40 starvsnæmingar úr 9. og 10. flokkum umborð. Hetta tiltakið verður gjørt fyri at geva starvsmøguleikum innan sjóvinnuna gætur.
Takkað verið einum breiðum og heilhjartaðum stuðli til virksemið hjá skúlaskipinum til frama fyri ungdóminum, er Georg Stage í dag hóast sín høga aldur eitt gott og sjósterkt skip. Arbeiðið við at bøta um og varðveita skipið í framtíðini er kortini ein uppgáva, sum alla tíðina krevur stóran ans og nógvar pengar. Stovnurin "Georg Stages Minde" vantar slakar 300.000 krónur í til, at útreiðslur og inntøkur á sjóferðini í ár viga upp ímóti hvør øðrum. Samstundis er eitt stórt ynski um at fáa fíggjarligt rásarum til at umvæla navigasjónsútgerðina.