Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Ljósinum

Leygardagin 17. mars verða árligu fimleikaframsýningarnar hjá fimleikafelagnum Ljósinum í høllini á Hálsi.

Fyrra framsýningin við teimum yngru liðunum verður kl. 14.00, og tann seinna við eldru liðum felagsins verður kl. 18.00. Tó verða kappingarliðini við á báðum framsýningunum. Atgongumerki kunnu keypast tveir tímar, áðrenn sýningarnar byrja.
Tey seinnu árini hava vit roynt at skipa framsýningarnar soleiðis, at tær fáa ein serligan hátíðardám. Eitt nú hava vit roynt glæmuljós, og var hetta eftir okkara tykki so væl eydnað, at tað verður roynt aftur. Í ár hava vit eisini okkurt nýtt á skránni, ið fer at geva framsýningunum enn meiri hátíðardám.
Sum nakað nýtt fara vit at hava okkara motiónslið við til tí seinnu fimleikaframsýningina. FM- kappingin í estetiskum fimleiki fyri gentur hevur júst verið, og luttakandi lið felagsins verður eisini við í framsýningini, men vanliga fimleikaframsýningin hjá felagnum fer fyrst og fremst at sýna fram almenna fimleikin og ein part av tí, sum liðini hava fingið burturúr í vetur.