úrmælingar í inniróðri

Tað er ein sonn sólksinssøga, tann vit hoyra um føroysku inn­i­rógv­ar­ar­nar, sum klára seg so væl í kapp­ing­um úti í heimi. Seinasta søg­an er í blaðnum í dag – um unga vest­menn­ing­in, Tors­tein Brattaberg, sum sein­asta viku­skift­ið gjørd­ist norð­u­r­lendsku meistari – og sum í fjør gjørd­ist dan­marks­meist­ari í hesi ítrótt­ar­grein, sum fleiri før­oy­ing­ar klára seg sera væl í.

Tað er helst ikki at ognum, at pot­­ent­­­i­ali í før­­oy­­ing­­um er so gott til inni­­róð­ur. Gamla kapp­róðr­ar­ment­an­in í sið­bundna før­oyska kapp­róðr­ar­báti­n­um er utt­an iva or­søk­in til, at tað ligg­ur so væl fyri hjá før­oy­ing­um at gera um seg inn­an hesa ítrótt­ar­grein. Og sjálv­andi skulu vit gera okkum dælt av hesum. Her hava vit eina ein­stak­lings­ítrótt­ar­grein, har nógv­ir før­oy­ing­ar kunnu gera seg galdandi. Tí eiga vit sjálv­ani at taka kjansin, með­an hann er har.

Innan svimjing hava vit Pál Jo­en­sen, sum sjálvsagt eigur at fáa bestu um­støð­ur. Inn­an fót­bólt­in hava A landsliðið hjá monnum, sum – hó­ast løku úrs­lit­i­ni – hev­ur gjørt sera stóran mun ítróttarliga og ver­­ið ein fram úr am­bass­a­dør­ur fyri Før­oyar.

Sambært venjaranum hjá Torst­eini, Kári Brattaberg, so kundu Føroyar verið ein suveren rógvi­tjóð.

– Tað er ein heil­ur hóp­ur av ung­um før­­oy­­ing­­um, sum eru stór tal­ent inn­an inn­­and­­ura­­rógv­­ing. Tað eru fleiri, sum kundu kom­­ið heilt langt, um tey fingu møg­u­­leika at royna seg utt­an­­lands. Men Tað er dýrt at fara av­­stað – ferða­seð­il­in og uppi­haldi­­ð fyri­ rógv­ara og venja­ra ella hjálp­­ara er ikki bíligt, so tað eru utt­­an iva mong, sum setast aftur av fíggj­­ar­lig­um áv­um. Og tað er stórt spell, sig­ur hann í grein her í blað­num í dag.

Vit kunnu bara geva honum rætt. Tað er hugstoytt, at kostnaðurin av ferð­ini uttanlands skal vera orsøkin til, at í hesum føri ítróttarfólk setast aft­ur. Hin­vegin kunnu vit staðfesta, at vit búgva í einum oyggjalandi mitt í At­lants­havi, men ráð er kort­ini fyri tí.

Landsstýrismaðurin, ið varðar av øki­num, hevur sagt, at landið skal tjóð­ar­taka tjóðarflogfelagið aftur, og løg­mað­ur hevur sagt, at øktur ríkis­stuðul úr Danmark millum ann­að skal brúkast til bíligari flog­ferða­seðl­ar við Atlantsflog.
Hóast laka trúvirði í hesum út­søgn­um, so er hetta eitt mál, sum lands­ins ­myndugleika mugu gera nak­að við, so ikki bara ítróttarfólk, men eisini eitt nú tónleikarar kunnu sleppa uttanlands at spenna veing­ir­nar.

Verða hesi fólk ikki stimbrað, so tey sleppa uttanlands at royna seg, so kann alt gera tað sama.

Men er ein vilji, so er eisini ein loysn!