Árnfirðingurin borð um borð við meistaran

Heiðabáturin var fremstur á mál, men á málinum var hann stavn um stavn við Árnfirðingin, sum tryggjaði sær silvurmerkini Tað var ein fantastiskur dramatikkur og spenningur, tá ið 8-mannaførini dystaðust á Havnarvág.

Heiðabáturin hevði longu undan ólavsøku tryggjað sær FM heitið, og Heiðabáturin var - eins og á hinum seks stevnunum - fyrstur á mál hesa ferð. Men hesa ferð var Heiðabáturin ikki einsamallur fyrstur á mál.

Árnfirðingur hevði fínan start saman við Argjabátinum, og eina løtu vóru hesir báðir bátarnir fremstir.

So fór Heiðabáturin at røra upp á seg. Heiðabáturin tók Árnfirðingin, sum eina løtu dragnaði, og eisini Argjabátin, sum tóktist vera rættuliga drúgvur.

Men alt tóktist skula fara at verða, sum tað hevur verið fyrr í ár, tá ið Heiðabáturin var fremstur.

Soleiðis tørnaði tað ikki út. Árnfirðingur hevði framúr spurt, tá ið bátarnir komu á Molan, og seinni parturin av stutta róðrarteininum myndaðist sum satt drama millum Árnfirðingin og Heiðabátin. Eina løtu vóru árnfirðingar eina sponn frammanfyri meistararnar, og næstu løtuna vóru tað teir á gula bátinum, sum vóru frammanfyri teir ljósari grønu.

Á málinum fóru teir púra javnir um málið, og so verður neyðugt at rógva millum teir báðar fremstu.

Argjabáturin varð nummar trý, og harvið mistu argjamenn silvurmerkini til árnfirðingar.