»Hvørt einasta andlit sigur eina søgu«, tykist vera reyði tráðurin í myndunum hjá fyrrverandi fiskifrøðinginum, Árna Nicolajsen, sum nú roynir seg sum listamann á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Við á framsýningin eru 70 vatnlitsmyndir umframt seks leirmyndir, ið allar so ella so leita aftur um tað sjónliga fyri at finna fjaldar ella nýggjar søgur.
Persónliga úttrykkið
Tað, sum Árni Nicolajsen serliga hevur áhuga fyri, eru andlit sum úttryk fyri persónsmenskuna.
- Tú kanst kalla tað eina ekspressionistiska mynd av persóninum. Eitt persónligt úttryk fyri, hvat fyrigongur inni í persóninum, sigur listamaðurin, sum hevur sín egna máta at mana fram hesi úttrykkini.
- Eg brúki nokso turrar vatnlitir, og so máli eg bæði við pensli og einum stálsvampi; teir sum man reinsar grýtir við. Tað gevur ein ullintan heitan virkning, sum mær dámar væl. Tað gevur myndini ein droymandi og óveruligan dám. Tær verða dreymakendar og kanska eitt sindur huldusligar til tíðir, hugleiðir Árni Nicolajsen.
Tá hann byrjar at mála, hugsar hann ikki um ein ávíasan persón, men bara um at mála eitt andlit.
- Tá so myndin er liðug, og man hevur gingið og hugt at henni í nakrar dagar, heldur man seg síggja ein ávísan persón í henni. Ella man følir seg standa yvir fyri eini arkutypu av einum menniskja, sigur listamaðurin, sum dámar best at brúka sterkar litir, ið hann ofta dempar við einum lagi av dimmum litum.
Heldur ikki tá hann arbeiðir við leirmyndum, leggur Árni nakran ávísa ætlan frammanundan.
- Eg havi ikki annan plan enn kanska at gera eitt høvd, men í grundini grør myndin fram millum hendurnar. Man kann jú altíð broyta myndina, so leingi leirið er bleytt. Í vetur havi eg gjørt høvd av marmenlum og sjódreglum – ella hvat vit nú skulla rópa tey. Okkurt skal barnið eita, so eg havi givið teimum mannfólkanøvn, ikki tí teir líkjast nøkrum ávísum persóni, men tað var bara tað fyrsta og besta navnið, eg kom at hugsa um, tá eg sá myndina.
Hóast myndirnar hjá Árna Nicolajsen tykjast at hava ein egnan frið yvir sær, er tað lítil friður yvir listamanninum, tá hann arbeiðir.
- Eg arbeiði skjótt og hektiskt og kann typiskt mála tríggjar myndir uppá ein tíma, men so eri eg eisini totalt útbrendur fyri restin av degnum. Og tá eg arbeiði við leiri, skal tað helst vera so vilt, sum møguligt.
Frá fiskifrøðingi til listamann
Bakgrundin hjá Árna Nicolajsen sum listamaður er kanska heldur ótraditionell. Tá hann fyri fimm árum síðani varð uppsagdur sum fiskifrøðingur, valdi hann nevniliga at útbúgva seg innan filmsvinnuna. Tí fór hann á filmsháskúla og tekniskan skúla í Danmark innan film- og videoframleiðslu.
- Tað visuella hevur altíð ligið til mín, og í frítíðini hevði eg longu fingist við grafiska list á skeiði hjá Jónu Rasmussen, listakvinna, sum er lærari á Listaskúlanum hjá Tórshavna Kommunu. Og leirlistina havi eg arbeitt við á kvøldskúlanum hjá Kára Gunnu Óladóttir og Hildur Hermansen.
Í frítíðini var Árni longu farin at mála bæði akryl- og vatnlitsmyndir, og nú hann letur upp framsýning í Smiðjuni hevur hann heili 70 vatnlitsmyndir við umframt seks leirmyndir.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík verður opin frá fríggjadegnum 10. juli og allar dagar fram til og við týsdagin 14. juli. Opið er allar dagar frá kl. 14 til 18. Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16.