Árni hin átjandi

Fríggjadagin var stór samkoma á Dimmalætting í sambandi við blaðstjóraskifti á landsins elsta fjølmiðli. Árni Gregersen er hin átjandi blaðstjórin á 129 ára gamla blaðnum

- Dimmalætting er tað besta brandið í Føroyum, eingin ivi um tað!
So avgjørdur var nýggi stjórin og ábyrgdarstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen.
Í sambandi við blaðstjóraskiftið skipaði blaðið fyri stórari samkomu fríggjadagin, har Ingi Samuelsen segði farvæl og har Árni Gregersen varð heilsaður vælkomin.
Nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Smyrilsveg, og nýggi stjórin fekk nógv góðynski samstarvsfeløgum og frá kappingarneytum.
Ingi Samuelsen segði eisini nøkur orð og takkaði fyri seg. Hann segði, at hann ikki hevði livað upp til málið, sum hann sjálvur hevði sett sær um at hækka upplagið á blaðnum, og tí valdi hann at leggja frá sær. Hann fegnaðist um, at nevndin nú hevði sett ein so góðan blaðstjóra, sum Árna Gregersen.
Nýggi blaðstjórin greiddi frá, at tá hann eitt kvøldið fyri jól sat í bilinum á veg til hús, ringdi telefonin. Tað var Lisbeth L. Petersen, sum spurdi, um hann hevði verið avvísandi, um hann fekk í boðið at gerast stjóri og blaðstjóri á Dimmalætting.
- Mínar royndir í fjølmiðlaverðini hava lært meg, at tú ikki skalt avvísa nakað upp á forhond, so tí segði eg avgjørdi, at tað gjørdi eg ikki, segði Árni Gregersen.
Jógvan Jespersen heilsaði eisini nýggja stjóranum. Teir báðir hava samstarvað bæði í útvarpinum og í sjónvarpinum, har teir báðir vóru millum pionerarnar, sum vórðu settir í starv, tá sjónvarpið fór at senda í 1984.
Olivur Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum hevði eina ávaring til starvsfólkið á Dimmalættign. Hann minti á dystin millum KÍ og HB í Klaksvík, tá Poul Michelsen sum málskorari fyri HB steðgaði sigursrøðini hjá KÍ. Dómari var Árni Gregersen, og Olivur hevði ikki gloymt honum hetta. Olivur minti eisini samkomuna á Dimmalætting hendan dagin á, at tað bara er eitt landsdekkandi blað, Norðlýsið, meðan øll hin samlaða pressan er høvuðsstaðarpressa!
Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum heilsaði eisini Árna Gregersen. Hann fegnaðist um at fáa ein so royndan kappingarneyta, tí tað kann bara skapa lív í okkara lítla fjølmiðlaheimi. Hann helt tað vera djarvt av nevndini hjá Dimmalætting at fara eftir einum so royndum persóni – við hollum royndum uttanlands – at standa fyri blaðnum.
- Árni Gregersen, við sínari sjarmu og sínum livandi atburði og engagementi fer heilt vist at seta lív í fjølmiðlaheimin hjá okkum, segði Jan Müller. Hann vísti eisini á, at pláss er fyri báðum bløðunum, og at vit hava brúk fyri kapping til tess at tryggja dygdina. Hann vísti eisini á, at bløðini bæði samstarva um prent og útbering – og helt fyri, at tey eisini kundu samstarvað um at tryggja fjølmiðlafólkunum nátúrliga eftirútbúgving.
Sum eitt kuriosum vísti Jan Müller á, at Árni Gregersen og hann sótu saman á skúlabeinki í Hoydølum øll árini.
- Hvør skuldi sagt, at vit báðir skuldu standa á odda fyri báðum teimum stóru bløðunum, helt hann fyri.
Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins helt eisini røðu. Temaið hjá honum var slitnaða sambandið millum Sambandsflokkin og Dimmalætting – sum hann eisini helt vera í fínasta ordan.
Árni Gregersen er hin átjandi blaðstjórin á Dimmalætting. Hini blaðstjórarnir vóru:
Ingi Samuelsen 2002-2007
Beate L. Samuelsen 1995-2001
Georg L. Petersen 1995-2002
Benny L. Samuelsen 1981-1995
Georg L. Samuelsen 1936-1985
Poul Niclasen 1918-1936
Oluf Skaalum 1905-1918
Chr. Heilskov 1901-1902
S. E. Müller 1900-1901
Enok D. Bærentsen 1894-1900
Emil Bruun 1893-1894
Jacob Johansen 1889-1892
Rasmus C. Effersøe 1886-1889 og 1902-1905
H. C. Petersen 1885-1886
Louis Bergh 1882-1885
Oliver P. Effersøe 1880-1882 og 1892-1893
Lütje Lützen 1878-1880