Árni og Kristian fara at fiska krabba

Línuskipið Mascot, sum seinastu tvey árini hevur ligið, er nú riggaður um til krabbaveiði.

Línuskipið Mascot, sum hevur ligið seinastu tvey árini, er seinastu vikurnar riggaður um til krabbaveiði. Skipið er bæði klassað og dagført, og tað er í góðum standi, hóast síni 41 ár. Frystiútgerð er sett í skipið, og lastin er sett í stand og bjálvað.

 

Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga. Klaksvíkingarnir, Árni Zachariasen og Kristian Mathisen, skulu reka skipið, og teir koma at skiftast sum skiparar og stýrimenn. Teir hava eisini stovnað eitt smápartafelag, sum samstarvar við P/F Eysturoy, sum eigur Mascot.

 

- Mascot fer at royna við 1000 rúsum á djúpum vatni á útsynningsleiðini úr Føroyum og suður móti bretska markinum. Hagreiðingin av krabbunum fer fram á tann hátt, at teir bróta skelina, beinini og klórnar av og dyppa tað niður í “sadinubað”. Síðani verða krabbaúrdráttirnir frystir hvørt sær í eskjum.

 

Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit eisini at siga, at teir umborð á Mascot fyri tað mesta fara at brúka sild og makrel til agn, og teir ætla at vera úti í umleið ein mánað í senn. Krabbin, sum teir skulu veiða, kallast "atlantic golden crab” og hevur góðan prís.

 

Lagt verður aftrat, at Mascot ætlandi loysir seinast í hesi vikuni, og 10 mans verða við skipinum.