Árni Olafsson 65 ár

Í gjár, flaggdagin 25.apríl, fylti Árni Olafsson 65 ár. Árni er vágbingur. Foreldur hansara vóru Lena og Halldór Olafsson. Lena var dóttir Ingu og Gunnar Danielsen, ættað úr Søldarfirði og Halldór var sonur Sáru og Olaf Joensen, ættað av Viðareiði. Sum tað skilst vóru tey øll tilflytarar til Vágs, sum tá var ein tann fremsta bygdin í landinum, tá hugsað verður um vinnulív. Lena doyði í 1967 og Halldór doyði í 2006.

Sum ungur fór Árni til Danmarkar at lesa fíggjarfrøði, og her býr hann framvegis. Hóast hetta hevur Árni verið sera nærverandi í Føroyum seinastu 40 árini. Minnist at í 1966 hevði Árni saman við øðrum lesandi gjørt eina ”vegleiðing” í loysing, sum kom væl við til løgtingsvalið sama ár, tá sjálvstýrislandsstýrið skuldi standa sína roynd. Her vóru grundgevingar, sum kundu nýtast í móti vanligum sambandssjónarmiðum. Eitt slíkt sjónarmið var, at samband var neyðugt vegna okkara eintáttaðu framleiðslu og handilsviðurskifti við útheimin. Hvat skuldu vit gera, tá ið vit seldu saltfisk til Spania og fingu eina last av appelsinum afturfyri? Tá var neyðugt, at Danmark fekk appelsinurnar, og at vit frá teimum fingu tær vørur, okkum tørvaði. Hetta var eingin trupulleiki søgdu Árni & co, og teir greiddu frá, hvussu hetta kundi greiðast, nevniliga við at gera útflutningin ”konvertiblan”. Men einki hjálpti, sjálvstýrislandsstýrið misti meirilutan!

Síðan tá komu vit at kennast sera væl, ikki minst tá ið eg eitt skifti var í Keypmannahavn í 1967. Eg havi mangan sitið væl inni hjá teimum og havi samstundis fingið gott innlit í mong samfelagsviðurskifti, sum mangan er komið til góðar seinni.

Tá ið ættarliðsskiftið gjørdist neyðugt í almennu umsitingini í Føroyum vóru tveir persónar, sum vóru aktuellir at taka yvir. Teir vóru Einar Kallsberg og Árni. Einar fall frá alt ov ungur, og so var bert Árni eftir. Hann var eisini í Føroyum í nøkur ár sum skrivstovustjóri í landsstýrinum. Men hann valdi at fara aftur til Danmarkar, og var tað ótrúligt spell fyri Føroyar og almennu umsitingina, at Árni ikki skuldi føla, at tað var pláss fyri honum her.

Lívsyrkið hjá Árna kom tískil at vera sum serkønur í føroyskum málum í danska uttanríkisráðnum. Her hevur hann havt um hendi eitt ótal av uppgávum, sum snúgva seg okkara viðurskifti við umheimin. Millum hesar hava verið millumlanda samráðingar av ymiskum slag.

Ein tann týdningarmesta uppgávan man hava verið, tá ið hann var samráðingarleiðari, tá tingast var um ”oljumarkið” millum Føroyar og Bretland. Hesar tóku langa tíð og leingi stóð í botni, og vónirnar vóru ikki ov góðar fyri semju. Men samráðingarnar endaðu kortini við eini semju, sum føroyingar vóru væl nøgdir við, og sum Árni átti høvuðsæruna av. Henda semjan var fortreytin fyri teirri leiting eftir olju, sum vit hava havt síðan tá, og sum eina ferð man fara at geva úrslit.

Árni er giftur við Onnu av Skála, og er hon sjúkrasystir. Tey eiga dótrina Malan. Tey eru øll trý sera blíðlig og fyrikomandi. Eg vil fegin takka fyri kennskap og blíðskap í 40 ár, og ynskt verður Árna tillukku við teimum 65 árunum. Tíbetur er pensjónsaldurin fyri alment sett hægri í Danmark enn í Føroyum, nevniliga 70 ár móti 67. Tískil hevur Árni enn nøkur ár, hann kann dugna føroyska samfelagnum, og kenna vit hann rætt, fer hann eisini at gera tað.


ó.