Flaggdagin fyllir Árni Olafsson sjeyti.
Árni varð føddur suðuri í Vági tann 25. apríl 1942, sonur Halldor Olafsson og Lenu, fødd Danielsen. Hann er giftur við Annu fødd Johannesen, á Skála. Tey eiga dótrina Malan.
Árni tók realprógv í Vági í 1958 og studentsprógv í Havn í 1960. Foreldrini fluttu til Havnar, so Árni búði barnaárini í Vági og ungdómsárini í Havn. Hann man longu tíðliga hava havt hug at leita út um eingjargarðarnar, tí hann fór á málskeið í Onglandi, áðrenn hann fór at lesa víðari. Tað var ikki so vanligt tá á døgum sum nú, og eiheldur var nógvur peningur at fáa til tílíkt. Hann hevur fortalt, at hann fekk fimmhundrað krónur í studningi frá landsstýrinum, og at tað gjørdi góðan mun.
Sum tey flestu, ið tá fóru undir víðari lesnað, fór Árni til Danmarkar, har hann tók prógv í búskaparfrøði, cand. polit., í 1968. Hann fekk starv sum skrivari og seinni fulltrúi í Finansernes centralstyrelse, har hann starvaðist inntil hann í 1976 avloysti Einar Kallsberg sum serkønur í føroyskum viðurskiftum í danska uttanríkisráðnum. Árni undirvísti eisini í búskaparfrøði á Keypmannahavnar universiteti og á Handilsháskúlanum.
Í 1980 fekk Árni farloyvi frá starvinum í uttanríkisráðnum og tók við sum skrivstovustjóri í landsstýrinum saman við Johan Djurhuus. Árni tók sær serliga av fíggjarmálum og fiskivinnusamráðingum, sum hann var serliga skikkaður til við síni fíggjarligu útbúgving og starvi í danska fíggjarmálaráðnum, eins og royndunum í uttanríkismálaráðnum. Hetta starvið røkti Árni inntil 1984, tá hann fór aftur í starvið í uttanríkisráðnum. Nevnast kann, at Árni hevur givið eina sera lesiverda frágreiðing um upplivingar sínar hesi fýra árini í landsstýrinum í teirri annars á mangan hátt løgnu ”Frágreiðingini um 80-árini”, sum løgtingið gav út í 2000, har politikararnir stórt sæð verða ”frídømdir” fyri alla ábyrgd.
Árni og eg komu at arbeiða saman í 1987, tá vit vórðu bidnir um, saman við Jalgrími Hilduberg, at fyrireika samráðingar við donsku stjórnina um yvirtøku av ráevnunum í føroysku undirgrundini. Í 1985 hevði ein onnur nevnd rikið nógv av donsku sjónarmiðunum í undirgrundarmálinum aftur, men framvegis var stjórnin lítið sinnað til at fara undir veruligar samráðingar við landsstýrið. Hetta gjørdist byrjanin til eitt drúgt og sera áhugavert samstarv, har fjølbroyttu evnini hjá Árna veruliga komu til sín rætt. Tað ráddi á mangan hátt um at bróta upp úr nýggjum við útvegan av tilfari og undirbygging av argumentum á nógvum ymiskum økjum. Hetta arbeiðið førdi til at forsætisráðharrin og løgmaður gjørdu semju í august 1988 um at farast skuldi undir samráðingar, og at ein nevnd av sakkønum við umboðum fyri báðar partar skuldi setast at fyrireika og útgreina arbeiðið.
Vit tríggir gjørdust tey føroysku umboðini í hesi nevnd, og aftur her var Árni tann, ið dugdi at finna tey sakligu argumentini og orða tey á tílíkan hátt, at tey vunnu frama. Vit høvdu eitt sera gott samstarv okkara millum og eisini við donsku umboðini. Hóast vit mangan stóðu langt frá hvørjum øðrum fall einki øvugt orð partanna millum. Tá so yvirtøkan varð framd í september 1992 vórðu aftur boð eftir Árna, hesaferð at vera við í tí stóra, og higartil ógjørda, arbeiði at fyrireika eina skilagóða umsiting av ráevnum í føroysku undirgrundini. Ein nýggj nevnd av serfrøðingum framdi hetta arbeiðið bæði skjótt og væl, og longu í juni 1993 var frágreiðingin liðug og saman við henni uppskot til lóg um forkanningar av føroysku undirgrundini. Við heimild í lógini varð eitt umfatandi kanningararbeiði framt sum fortreyt fyri seinni útvinningararbeiði. Seinni gjørdist Árni formaður í Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins, ið legði fram drúgt álit við uppskoti til fullfiggjaða lóg um kolvetnisvirksemi í juli 1997. Við heimild í hesi lóg er eitt umfevnandi leitingarvirksemi farið fram á føroyskum havbotni, og komandi summar fer størsta borivirksemi higartil í gongd.
Størsta bragdið, ið Árni framdi, er kortini tað, at hann átók sær leiðsluna av donsk-føroysku nevndini, ið samráddist við bretsku stjórnina um havbotnsmarkið landanna millum. Hesar samráðingar leiddi hann við einum skynsemi og toli, sum at enda førdi til eitt sera fyrimunarligt úrslit fyri Føroyar.
Hóast Árni hevur búð og virkað meginpartin av lívinum í Danmark, hevur hansara starv í størsta mun verið til frama fyri føroysk áhugamál, og hetta starv hevur hann røkt á fyrimyndarligan hátt, sum vit hava honum nógv at takka fyri. Sjálvur vil eg fegin takka honum fyri gott samstarv og vinalag gjøgnum mong ár, og ynskja honum tillukku við teimum sjeyti.
----------
Halgir Winther Poulsen