Árni Rasmussen er vorðin nevndarformaður í Effo. Hetta merkir samstundis, at Klaus Rasmussen ikki longur er nevndarformaður í oljufelagnum. Hetta sæst í seinastu broytingunum í partafelagsskránni, millum annað á Business-Line.
Árni Rasmussen er stjóri í íløgufelagnum Tjaldur, sum eigur ein stóran part av Effo. Árni Rasmussen er eisini nevndarformaður í Reyni Service, Auto Service og í felagnum RS47, ið er móðirfelagið í stóra bilsamtakinum.
Árni Rasmussen var eisini stjóri í Reyni Service frá 2003 til 2013, fyrstu árini saman við Eivind av Reyni og síðani, eftir at Eivind av Reyni fór frá, saman við Sámal av Reyni.
Árni Rasmussen er eisini nevndarformaður í eini røð av øðrum feløgum, so sum Asfaltverkinum, Prentmiðstøðini, JT Electric og Nema.