Árni skal giftast - missir oddadyst

Broytta leikskráin í Effo-deildini kemur illa við hjá NSÍ profilinum Árna Fredriksberg

Føroyar skulu tann 3 juni spæla landsdyst móti Kosovo í Frankfurt í Týsklandi.

 

Og av tí at landsdysturin so brádliga uppstóð, eru broytingar komnar í Effo-deildina í mun til tað upprunaliga uppleggið.

 

Upprunaliga var seinasta vikuskiftið í mai avlagt til landsliðsluttøku, har pausa var í Effo-deildini. Men av tí at dysturin Føroyar-Kosovo verður spældur 3 juni, er vikuskiftið til landsliðsluttøku flutt til fyrsta vikuskiftið í juni.

 

Fyri NSÍ profilin, Árna Fredriksberg, kemur hendan flytingin illa við. NSÍ leikarin hevur nevniliga fyri langari tíð síðani lagt ætlanir um brúdleyp, har hann skal giftast seinasta vikuskifti í mai.

 

Árni Fredriksberg greiðir í samrøðu við in.fo frá at ætlanirnar til brúdleypið eru lagdar útfrá kappingarskipanini.

 

-       Tað stutta av tí langa er, at brúdleypið tilvitað varð lagt á hatta frívikuskifti. Hetta vísir bara at tað er sera ringt at leggja langtíðarætlanir í Føroyum, og eg eri rættuliga irriteraður inná at dysturin nú er fluttur á dato’ið, har eg skal giftast. Má siga at tað er eitt sindur óprofessionelt.

-       Sum støðan er í løtuni, komi eg at missa oddadystin móti KÍ, tí at eg skal giftast tá.

 

Árni Fredriksberg greiðir tó frá, at NSÍ í løtuni roynir at arbeiða við at flyta dystin móti KÍ soleiðis at hann kann fáa dystin við.

 

Árni Fredriksberg og NSÍ vunnu í dag 1-0 á heimavølli móti Skála.