Árni skoraði ársins mál og Klaksvík kókar

Við frísparki, sum í heyst verður upplagt evni at verða kosið at vera ársins mál, javnaði KÍ við síðsta sparki til 2-2

Tá ið tað fer at verða hugt aftur á hetta kappingarárið, so er tað ilt at ímynda sær, at tað fer at verða sæð aftur á fleiri dystir við so nógvum spenningi og dramatikki, sum tað var í kvøld, tá ið javnaldrarnir og toppliðini KÍ og HB hittust í Klaksvík.

Tað endaði 2-2 eftir 1-1 í fyrra hálvleiki, tá ið Mathias Rosenørn í KÍ málinum hevði fleiri heilt góðar bjargingar.

Dramatikkurin var øgiligur síðsta korterið. Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá ið Dan í Soylu eftir innlegg frá René S. Joensen úr høgru legði HB á odda 2-1. HB hevði í stórum parti av fyrra hálvleiki verið leikliga omaná, og gongdin var tann sama fyrstu stóru løtuna eftir steðgin.

So datt HB alt meiri í verjustøðu, tí KÍ pressaði so nógv, og eitt korter undan leikloki endaði bólturin í HB málinum. Fagnaðurin í heimaleguni var øgiligur, men hjálpardómarin kolldømdi, eftir at Jóannes K. Danielsen hevði saksisparkað bóltin í málið.

Heimalegan var fullkomuliga á gosi, og dómarin vísti KÍ venjaranum Mikkjal Thomassen burtur. Rangstøða varð dømd ímóti Páll A. Klettskarð, sum royndi eftir bóltinum, ið var á veg í máli.

KÍ royndi og royndi at fáa útjavnandi málið, men Heðin Hansen og miðvøllurin og verjan hildu høvdið kalt, og í tíðini, sum dómarin Jóhan Hendrik Ellefsen legði aftrat, hevði Teitur Matras Gestsson í HB málinum framúr bjarging.

So sá tað út til, at HB fór at vinna. Men í evstu sekundunum tiltuskaði KÍ sær fríspark mitt fyri og úr 20 metrum. Árni Frederiksberg, sum ikki hevði havt eydnuna við sær í líknandi støðu fyrr í dystinum, smekkaði til, og bólturin fleyg omanfyri manngarðin og tók tvørtræið heilt úti í krókinum, áðrenn hann brast í netið, og fagnaðurin í bláu leguni á og kring vøllin var so stórur, at tað kendist næstan sum um, at KÍ hevði vunnið FM.

Dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, máltalvan vísti 2-2, klaksvíkingar fegnaðust um vunna stigið, og í HB var vónbrotið stórt, nú greipuvinnararnir mistu tvey stig á stokkinum.

 

KÍ – HB 2-2 (1-1)

0-1: Mikkel Dahl

1-1: Páll A. Klettskarð

1-2: Dan í Soylu

2-2: Árni Frederiksberg

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Árni Frederiksberg, , Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Claes Philip Kronberg – Ivar Rønning, Páll A. Klettskarð

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen, Dan í Soylu, Heðin Hansen – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen