Bæði hjá 5-mannaførunum, mannað vi dreingjum og við gentum, gekk tað akkurát, sum tað varð roknað við. Ørnin úr Sandavági svíkti ikki álitið, sum vágafólk høvdu sett á tær, og dreingirnir úr Kvívík vóru eins sannførandi, sumt eir hava verið á øllum hinum fýra róðrunum.
Tað er kanska ikki rætt at iðra seg, tá tað gongur sume ftir ánni, men um genturnar í Sandavági og hinum bygdunum í Vágum nú iðra seg um vánaliga úrslitið á norðoyastevnu, tá tær bara fingu tvey stig, er tað einki at undrast á. Royndin Fríða, nýggi báturin hjá gentunum í Vági, var ananrs ikki við í róðrinum í Miðvági. Tað vóru annars tær, sum vunnu í Klaksvík.
Fyrstu fáu metrarnar innanfyri brimgarðin í Miðvági vóru Svanur, Beinta og Sílið framvið, men tað var skjótt, at Ørnin legði seg fram um, og so var tað sum um tær høvdu tak á støðuni. Sum so ofta áður fingu tær størsu kappingina fra Kolli. Munurin var ikki meiri enn ein lítil hálv bátslongd, tá bátarnir fóru um málið, men tað var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna.
Junkarin varnn triðja plássið rættiliga sannførandi, og tær eru eisini á støðutalvuni klárt triðbestar ? aftanfyri Ørnina og Koll. Tað er spennandi fyri komandi kappingarár, at tað gongst so væl hjá Junkaranum. Talan er um blaðungar vestmannagentur, sum kunnu gera um seg, halda tær fram at rógva.
Kvívíksdreingir eru
nógv bestir
Heldur ikki í Miðvági stóð nakar dreingjunum umborð á Junkaranum kurl. Teir vóru kanska tríggjar bátslongdir frammanfyri hinar, tá teir fóru um málið.
Millum fýra teir næstu bátarnar var munurin so mikið lítil, at har kunnu stóra broytingar koma fyri á ólavsøku.
Men at nakar skal hótta Junkaran, tað loyva vit okkum at ivast í!