Roastbeef við óynsktum bakteriusløgum afturkallað

Manglandi salting undir framleiðsluni kann viðføra vøkstur av mjólkasýrubakterium og harvið versnaðan lukt og smakk

Skare Food A/S afturkallar tvey partíir av kókaðum skivuskornum roastbeef. Orsøkin er at tað kann verða óynsktur vøkstur av mjólkasýrubakterium, sum í hesi vøru geva ein ringan lukt og smakk.

 

Vørurnar eru seldar í Føroyum. Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, sum tí mælir keyparum til at beina vøruna burtur ella lata hana aftur, har hon varð keypt.

 

– Tað er staðfest manglandi salting undir framleiðsluni og harvið frávíkjandi góðska og vandi fyri vøkstri av óynsktum bakteriusløgum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Hesar eru vørurnar:

 

Gårdlykke roastbeef

Nettovekt: 70 g

Pakkidato: 26.04.2021

Seinasti nýtsludagur: 21.05.2021


Gestus roastbeef

Nettovekt: 70 g

Pakkidato: 26.04.2021

Seinasti nýtsludagur: 21.05.2021