Rob Luca í Café Natúr

Avstraliumaðurin, sum býr í Danmark spælir tvey kvøld á rað og byrjar fríggjakvøldið. Sum skilst trívist avstraliumaðurin so væl í Føroyum, at hann javnan vitjar klettarnar fyri at hugna sær við klaverinun og fáa tónlistarligan íblástur. Tað plagar eisini at rigga væl hjá honum í Café Natúr. Hann fær Caféina at kóka. Tey, ið vitja staðið hesi kvøldini, kunnu annars vænta eitt sindur av hvørjum. Tí umframt framúrskarandi tónleik við klaveri og sangi, plagar troubadoururin ikki at vera smæðin fyri at geva sínum áhoyrarum eitt lítið prik. Hetta er við til at skapa stemning og fáa áhoyraran í gott lag, sigur karismatiski trubadururin.

 

Tað er gásarhold og singalong, tað er látur og grátur; Tað er Rob Luca í Café Natúr