Robben ikki við móti Danmark

Tað var móti endanum av dystinum móti Ungarn, sum Holland vann ikki minni enn 6-1, at Arjen Robbern fekk eina fipurspreinging, og hóast hann fær áhaldandi viðgerð, verður hann ikki klárur til dystin móti Danmark.

 

Tað staðfestir hollendski venjarin, Bert van Marwijk, sambært BBC.

 

Robben hevur sera stóran týdning fyri hollendska liðið, og varð kosin ársins leikari í Týsklandi í ár. Tað var ikki minst honum at takka, at Bayern München vann týsku kappingina, steypakappingina og kom í finaluna í Champions League.

 

Ein long røð av kendum fótbóltsleikarum hava seinastu dagarnar verið noyddir at taka seg úr HM vegna skaða, men fyri Robben er tað so tíbetur helst bert fyri hendan eina dystin.