Danski coverbólkurin robbie.dk fer at framføra á tónleikatiltakinum Voxborn 2012, sum verður leygardagin 30. juni.
Við yvir 300 konsertum kann bólkurin Robbie.dk nú kalla seg fyri best umtókta coverbólk í Danmark. Bólkurin er kendur fyri at vera tann festligasti bólkurin í Danmark, sum meistarliga spælir løgini hjá heimskenda Robbie Williams.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Robbie.dk spæla í Føroyum. Áður hava teir vitjað í eitt nú Rex, og hevur undirtøkan verið góð. Vitjanirnar í Rex hava eisini víst fyrireikarunum, at bólkurin veruliga telist millum teir festligastu bólkarnir í kongaríkinum.
Á odda stendur Søren Haugaard Pedersen, sum sigur seg altíð vilja verða Robbie Williams for one night, og ummælarar í Danmark hava ferð eftir ferð sligið fast, at rødd hansara er so tætt at røddini hjá Robbie Williams, at tað er trupult at hoyra munin.
Eitt nú hevur ein ummælari í Danmark skrivað hesi orð.
Tá ið Robbie geva seg heilt út, er tað sum at vera á pallinum við tí veruliga Robbie Williams. Forsangarin er ein ótrúligur sangari og framførari.
Bólkurin reypar sær eisini av at vera provokerandi, sjarmerandi og forførandi, og lýsa av einum sjálvsáliti, sum bert Robbie Williams hevur.
Síðani 2002 hevur bólkurin spælt yvir 300 konsertir, og fleiri eru á skránni aftur í ár. Robbie.dk spæla øll tey stóru hittini hjá Robbie Williams alt frá Angels, Rock DJ og Feel til Tripping, You Know me og Bodies.
Seinastu árini hevur bólkurin eisini spælt á fleiri stórum festivalum í Danmark, umframt á ymsum spælistøðum, kaféum og náttarstøðum í Danmark, Svøríki og í Føroyum.
Nú verður so høvi hjá føroyingum at rokka til Robbie Williams løg við einum av bestu coverbólkunum í kongaríkinum.