Robbie Williams keypir fótbóltsfelag

Robbie Williams hevur sett eina størri millión upphædd í fótbóltsfelagið Port Vale. Hetta er felagið, ið Robbie helt við sum smádrongur, og hann sigur seg vera sera stóran fjeppara, hóast hann ikki longur sær serliga nógvar dystir við liðnum.

Hvørki felagið ella Robbie vilja siga hvussu nógvan pening talan er um. Men á heimasíðuni hjá felagnum www.port-vale.co.uk, verður tala um eina stóra íløgu. Robbie sigur, at hann er spentur um, hvat hetta kann hava við sær í framtíðini.