Robbie Williams setti dám á Rex

Hittini hjá Robbie Williams rungaðu í Rex um vikuskiftið. Danskur kopibólkur spældi, og framførslan riggaði stak væl. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spældi Robbie Williams Jam til dans í Rex í Havn. Bólkurin spældi allar teir kendu sangirnar hjá enska poppsangaranum, og tað komu teir heilt væl frá. Bólkurin spældi væl, og ljóðið var sera gott.

 

Sangarin dugdi væl at liva seg inn í tónleikin hjá Robbie Williams, og tónleikararnir spældu sum ein væl samanspæld eind.

 

Fríggjakvøldið var nakað av fólki og lurtaði, og leygarkvøldið var fult hús í Rex.