Politiskt er USA ein tveyflokkaskipan, har valið er millum Demokratiska flokkin og Republikanska flokkin. Ella tað vil siga, aðrir møguleikar eru eisini, men hesir eru ikki realistiskir. Kamala Harris og Donald Trump stilla upp fyri teir báðar stóru flokkarnar, og uttan iva verður annar teirra valdur á forsetavalinum í november.
Men eitt triðja valevni er eisini: Robert F. Kennedy Jr. – ofta bara róptur RFK.
Robert F. Kennedy yngri er bróðursonur amerikanska forsetan John F. Kennedy og sonur Robert F. Kennedy, sum var bæði løgmálaráðharri og senatorur í USA. Bæði pápabeiggin John og pápin Robert Kennedy vórðu skotnir til deyðis, í ávíkavist 1963 og 1967.
Í apríl í fjør stillaði Robert F. Kennedy yngri upp til undanvalið hjá Demokratiska flokkinum, men í oktober valdi hann at stilla upp til forsetaval sum uttanflokkavalevni.
Men nú bendir okkurt á, at RFK umhugsar at taka seg aftur sum valevni, um hann fær eitt gott tilboð frá antin Kamalu Harris ella Donald Trump. Sambært the Washington Post, so hevur Robert F. Kennedy Jr. biðið um fund við bæði Kamalu Harris og Donald Trump, har hann vildi umrøða, hvat hann kundi fáa afturfyri at taka seg úr valstríðnum og vísa teimum sín stuðul.
Kamala Harris vildi ikki møtast við RFK, men hann hitti Donald Trump og skjeyt upp, at hann kundi ráðgeva og stuðla Trump í heilsumálum, kanska sum heilsumálaráðharri. Ongin avtala fekst tó í lag á fundinum millum Trump og RFK, skrivar Washington Post.
Ein orsøk til, at RFK fiskar eftir einum starvi hjá antin Harris ella Trump, er at hann ongan kjans hevur at gerast forseti. Kortini kunnu atkvøðurnar, ið hann fær, gerast avgerandi fyri, hvør vinnur – ella rættari sagt tapir – forsetavalið í november. Í einum tøttum valdysti eru allar atkvøður avgerandi, og tí er spurningurin, hvørt Harris ella Trump “missir” flestar atkvøður, og soleiðis hevur ein ófyrimun.
Í USA er RFK ein umstríddur persónur. Tað eru serliga hugsanir hansara um koppseting móti COVID-19 og kríggið millum Ukraina og Russland hava elvt til mikla umrøðu. RFK hevur m.a. sett á stovn felagsskapin ‘Children’s Health Defense’, ið er ein áhugafelagsskapur, ið arbeiðir ímóti koppsetingum. Hann hevur eisini ført fram, at samband er millum koppseting og autismu; eitt gamalt uppáhald, ið nógvar ferðir er blivið afturvíst, og sum stavar frá eini falsaðari vísindagrein frá 1998.