Robert Lewandowski er bestur

FIFA Best: Áleyparin úr Póllandi vann heiðurin frammanfyri Lionel Messi og Mohamed Salah

FIFA Best heiðurslønirnar vóru lætnar í dag. Robert Lewandowski vann heiðurin sum besti spælari hjá monnunum. Áleyparin úr Póllandi vann heiðurin frammanfyri Lionel Messi og Mohamed Salah.

 

Robert Lewandowski bleiv akkurát ov stuttur til Ballon d’Or heiðurin, men her eydnaðist honum at vinna á Lionel Messi. Mohamed Salah úr Liverpool bleiv nummar sjey í Ballon d’Or, men her bleiv hann nummar trý.

 

Hjá kvinnunum var tað enn eina ferð spanska Alexia Putellas, sum vann. FC Barcelona spælarin vann eisini Ballon d’Or heiðurin.