Robert McLuckie aftur á vitjan í Føroyum

Bretski trúboðarin Robert McLuckie vitjar aftur í Føroyum í døgunum frá 1. -28. september.

Tað kann ikki sigast annað enn at trúboðarin og bíbliulærarin Robert Mcluckie hevur verið trúfastur at vitja okkara oyggjaland. Hesi seinastu 27 – 30 árini hevur hann á hvørjum ári vitjað brøðrasamkomurnar í Føroyum, og tá kann eg leggja afturat, at tað er eingin samkoma, sum hann ikki hevur vitjað. Hann er eitt sera kent andlit og ein sera kend rødd her á landi.


Robert er Skoti, og vaks upp nærhendis Glasgow. Hesi seinastu nógvu árini hava hann og konan virkað og búð í Norðurírlandi. Tey hava virkað saman í verki Guds seinastu 55 árini, so ein kann ikki siga annað enn, at nógv erfaring má vera komin upp á lívsloggið, sum vit onnur kundu fingið íblástur av at hoyrt eitt sindur um.


McLuckie, sum vit vanliga rópa hann, hevur ikki gjørt nógv av at greiða frá sínum egna trúboðaralívi, tá hann hevur verið á okkara leiðum, men tá hann vitjaði í Føroyum í fjørð, tá eydnaðist tað undirritaða at yvirtala hann til hetta. Ikki fyrrenn hann sæt inni á møtinum gjørdi hann av, at hann skuldi siga søguna um seg og konuna. Hetta var í Elim í Søldarfirði í fjørð. Ein sera áhugaverd lívssøga hjá tveimum ungum menniskjum, sum, stutt eftir at tey vóru gingin inn í hjúnaband, halgaðu tað besta av lívi sínum til Harrans tænastu langt heimanífrá.


Ein stutt lýsing av trúboðarahjúnunum McLuckie


Eitt ár eftir at tey vóru gift, vóru tey á trúboðarastevnu í Skotlandi. Har hoyrdu tey um Guyana í Suðuramerika. Tað sum tey hoyrdu og upplivdu á hesi trúboðarastevnu kom at seta teirra fyrstu lívskós, sum førdi tey tað longu leiðina til Guyana í Suðuramerika. Har komu tey at búgva og virka í 12 ár. Tá komunistarnir tóku yvir í landinum, vóru allir trúboðarar noyddir at fara út úr Guyana. Tá komu tey heim aftur til samkomuna í Glasgow.


Síðani hava tey búð og virka bæði í Cairo í Egyptalandi og í katólska Írska Lýðveldinum. Tænastan í Írska Lýðveldinum kom at vera sermerkt á tann hátt, at tey fingu ein tvídekkaðan buss, sum gjørdi tað møguligt hjá teimum at ferðast lættliga um alt landið og at savna bæði vaksin og børn til Guds orð inni í bussinum. (Bussurin var somu stødd sum teir stóru bussarnir hjá bygdaleiðum). Tað bar eisini væl til at búgva í bussinum. Hesin tvídekkaði bussurin, sigur Robert McLuckie, var eitt ómetaliga hent amboð í teirra evangelisku tænastu. Tey áttu bussin sjálvi.


Tað var eitt satt bønarsvar, tá tey fingu bussin. Robert greiðir frá: ”Vit høvdu givið úttrykk fyri, at vit høvdu brúk fyri einum serútgjørdum bussi til tænastuna. Hetta høvdu vit eisini tosað við Harran um. Síðani vísti tað vísti seg, at triðja árs lesandi á einum universiteti fingu álagt, sum partur av teirra lestri, at gjøngumføra eina verkætlan sum var at byggja upp ein buss til okkara endamál. Hesi lesandi vórðu liðug við sína verkætlan og tá tíðin nærkaðist, at eg skuldi yvirtaka bussin, átti eg ikki peningin tøkan, men tann dagin eg skuldi yvirtaka bussin, kom ein kekkur í postinum í mínum navni, frá ókendum sendara, við júst tí upphæddini sum bussurin kostaði. Bussurin gjørdist eitt dýrabart amboð í okkara tænastu í mong ár ímillum katolikkarnar í Írska Lýðveldinum.”




VITJANIN Í FØROYUM

McLuckie er væl lýddur í samkomunum í Føroyum sum prædikumaður. Hansara talur eru vanliga ikki djúpir ella akademiskir bíbliutímar/fyrilestrar, men meiri ein einføld og greið framstilling av tí bíbliuteksti, hann velur at tala út frá. Hann dugir væl at fáa burtur úr tekstinum og at koma við persónligum og praktiskum anvendingum av tekstinum, sum er viðkomandi í dagliga kristna gerandislívinum. Eg havi fleiri ferðir lagt merki til, tá eg havi ferðast við honum, at stundum er hann ikki heilt avgjørdur um hvønn tekst og hvat evni hann skal tala um, tá vit koma inn í salin. Tá havi eg onkuntíð hoyrt hann sagt, at hann vil fyrst fáa eina neming av fólkinum og andanum, sum er á møtinum, áðrenn hann avgerð tekst og evni. At kunna hatta er ein stórur fyrimunur hjá einum, sum skal tala Guds orð. Hann kemur til Føroya leygardagin 1. sept. og verður her til fríggjadgin 28. sept., tá leiðin gongur til Keypmannahavnar.


Hóast Robert McLuckie er 78 ára gamal, so ynskir hann helst ikki at hava nakran frídag, meðni hann er her, og tí er hvør dagur settur av til møti. Í hesar 28 dagarnar kemur hann, eftir skránni, at tala á 29 ymiskum støðum – um Gud vil. Tí fari eg at biðja teg, sum lesur hesar reglur, um at vera við í forbønini fyri Robert McLuckie og møtunum, tær næstu fýra vikurnar. Biðji eisini fyri tolkinum.


Í døgunum 2. - 7. sept. verður hann í Suðuroynni. Tað fyrsta møti verður sunnukvøldið 2. sept. í Vitninum í Hvalba kl.18.00 Hóast sín høga aldur so dámar honum væl at vera ímillum ungdómin, og mín erfaring er, at ungdóminum dámar væl at hoyra hann tala. Hann kemur at tala á ungdómsmøti í Hvalba mánakvøldið 03.sept. kl.20.00 Seinasta møti í Suðuroynni verður í Lopra/Sumba fríggjakvøldið 7.sept. kl. 20.00 (sí www.sudurkorid.com).


Í døgunum 9. - 16.sept. verður hann í Eysturoynni. Fyrsti dagurin í Eysturoynni verður sunnudagin 9. sept. Tá kemur hann at tala á hesum støðum: Elim í Søldarfirði kl.12.00 Á ellis- og røktarheiminum í Runavík kl.15.00 og í Filadelfia í Gøtu kl.18.00 Eisini kemur hann at vitja ungdómsmøtið í Eysturoynni fríggjakvøldið 14. sept. Tá hann talar til ungdómin sleppur hann at folda seg meiri út, tí tá er hann ikki “órógvaður” av tolkinum. Ungdómurin í dag dugir so mikið av enskum, at hann vil helst hoyra eina enska talu uttan umseting. Í hesum sambandi hugsi eg stundum um tey, ímillum ungdómin, sum ikki duga enskt, men sum ikki tora at siga frá – eg trúgvi, at tey eru fleiri!! Seinasta møti í Eysturoynni verður í Siloa í Fuglafirði sunnudagin 16. sept. kl.18.00 (www.nebo.fo)


Í døgunum 17. - 27.sept. kemur hann at vitja fyri tað mesta í Norðoyggjunum, men kemur eisini at vitja á Streymoynni, í Vágunum og á Sandi. Hóskvøldið 20. sept. kl.21.00 talar hann á ungdómsmøtinum í Betesda, og tað seinasta møtið á hesari Føroyvitjan verður hóskvøldið 27. sept. kl. 20.00 í Hermon í Norðdepli.


Annars verða møtini lýst í bløðunum og í radio. Øll eru hjartaliga vælkomin til øll møtini.


Tey, sum ynskja at vit meiri um vitjanina og møtini eru vælkomin at seta seg í samband við undirritaða tlf. 448314 / 228314 ella Olaf Olsen, Glyvrar. Tlf. 447746 / 287746