info
Ongi úrslit

Robert verður heiðraður í Vági

Umframt røður og heilsanir, so fara tónleikarar at syngja sangir, sum Robert hevur sungið og innspælt á tónleikaleið síni.

Áki Bertholdsen
3. november 2023 kl. 14:27

Robert McBirnie, ið fylti 80 ár mikudagin, er av kendastu tónleikarum og undirhaldarum í Føroyum. 

Í sekstiárunum var hann við til at leggja lunnar undir nútímans rock- og poptónleik í Føroyum, m.a. sum frontmaður í The Faroe Boys. Seinni vóru tað Robert, Jákup og Ólavur, og síðani Robert og Vinmenn. Samstundis skemtaðist og undirhelt Robert eisini.

Robert tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967. Var síðani lærari í Klaksvík og í Havn. Í 1969 fór hann í lærarastarv í Vági, heimbygdini. Her var hann til 1985, tá hann fór eitt ár á skeið í Danmark. Heimkomin, í 1988, fór hann í starv á Venjingarskúlanum í Havn, og fekst eisini við barnaútvarp.

Leygarkvøldið verður gallakvøld í Vági, Robert til heiðurs. Har verður Hilmar Jan Hansen borðstjóri, og umframt røður og heilsanir, so fara tónleikarar at syngja sangir, sum Robert hevur sungið og innspælt á tónleikaleið síni. Á pall fara Evi Tausen, Ingi Poulsen, Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen, Rúni í Lágabø, Gudmund Larsen og Petur Bærentsen. Og óivað fer Robert eisini á pall, bæði sum skemtari saman við Hilmari Jan, og saman við tónleikarunum.

Atgongumerki til heiðurskvøldið í VB-húsium í Vági leygarkvøldið 11. november fáast í Miðlatúni í Vági og á billett.fo til mánadagin 6. november.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

25 minuttir síðan
Tíðindi

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

39 minuttir síðan
Tíðindi

Fordøma russiskum vali í hersettum ukrainskum økjum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til HB og fýra stig til AB

1 tími síðan
Tíðindi

Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur skúli kann nú gerast veruleiki í Vági

2 tímar síðan
Tíðindi

Venstre niður á 5,8 prosent í nýggjari veljarakanning

3 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Nógvir russar ynskja frið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til EB/Streym og eitt stig til B68

3 tímar síðan
Tíðindi

Listafólk skulu prýða nýggja Sansagarðin á Setrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Vøggusangur í Argja kirkju

4 tímar síðan
Tíðindi

Google fær milli­arda­bót fyri stað­setingar­dátur

4 tímar síðan