Robin Gibb doyði ikki av krabbameini

Fyri viku síðani doyði Robin Gibb einans 62 ára gamal. Robin Gibb hevði stríðst við krabbamein í tvey ár, men tað var ikki tað, ið kostaði sangaranum lívið. Tað sigur sonurin, Robin John. Sambært honum doyði Robin Gibb av nýra- og livratrupulleikum.

 

– Pápi mín fekk ein góðan og friðarligan enda á lívinum. Eg græt ikki beinanvegin, men seinni fór eg at gráta, sigur sonurin við Sunday Express.

 

Fáar dagar áðrenn deyða sín gjørdist Gibb brádliga sjúkur av hjáarinunum av stráluviðgerðini, ið hann hevði fingið. Læknarnir góvu honum heilivág, men tað bøtti ikki um støðuna í kroppi hansara. Nýrini sviku av hesum heilivágnum, og so gekk tað bara ein veg. Robin Gibb gjørdist bert 62 ára gamal.