Bee Gees beiggjarnir vóru í gjárkvøldið heiðraðir á serligum tiltaki í Manchester, og í næstum kemur serlig útgáva við Bee Gees, sum í ár kunnu halda 50 ára jubileum. Í Manchester halda tey seg eiga stóran lut í succes-søguni um Bee Gees. Gibb familjan búði fleiri ár í Manchester, haðani pápi Gibb-beiggjarnar var ættaður. Og hóskvøldið vóru Bee Gees heiðraðir við serligum tiltaki í Manchester.
Robin Gibb, sum kemur á Summar Festivalin at spæla um góðar tvær vikur, var til staðar á tiltakinum, har eisini beiggi hansara, Barry Gibb, mamma teirra, Barbara, og kona Maurice Gibb, hon eitur Yvonne, vóru hjástødd.
Tiltakið heiðraði Bee Gees fyri eitt framúr tónleikaavrik, nú tað eru liðin 50 ár, síðani bólkurin tók síni fyrstu fet. Og fetini, sum vóru tikin, gjørdu Bee Gees til ein av best umtóktu poppbólkunum í tónleikasøguni. Sølan av sangunum hjá Bee Gees er á topp 10 í poppsøguni, og tað sigur ikki so lítið.
Robin Gibb fer á Summar Festivalinum at framføra allar teir stóru sangirnar hjá Bee Gees við vælmannaðum orksetri. Tað verður ein møguleiki at uppliva eitt fantastisk Bee Gees kvøld í Føroyum og tað verður helst einasti kjansur nakrantíð.