Poppsangarin Robin Gibb, sum doyði fyri nøkrum døgum síðani, varð jarðaður í dag í heimbýnum Thame í Oxfordshire í Onglandi við tónleiki frá sekkjapípum.
Saman við brøðrunum Maurice og Barry stovnaði Robin Gibb í 1958 bólkin The Bee Gees, sum hevur selt meiri enn 100 milliónir plátur.
Barry, sum er tann elsti av brøðrunum, gekk aftan fyri líkvognin ígjøgnum býin. Hann er tann einasti av teimum trimum, sum er eftir á lívi.