Á Summar Festivalinum fer Bee Gees-legendan Robin Gibb at syngja øll tey stóru hittini hjá Bee Gees saman við bólki, ið er bæði væl spældur og væl mannaður. Lagt verður upp til eina gandakenda konsert við nøkrum av størstu hittunum í poppsøgunum - sungin av manninum, sum hevur verið við til at skapt og sungið tey upprunaliga.
- At vit hava fingið Robin Gibb at spæla á Summar Festivalinum er ein tann størsta hendingin í søguni hjá okkara festivali. Hann er ein av høvuðsmonnunum úr einum av heimsins størstu tónleikabólkum nakrantíð og eitt ordans scoop fyri Summar Festivalin og føroyska tónleikasummarið, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Ovast í fimm áratíggindi
Robin Gibb er ein av trimum Gibb-beiggjum í bólkinum Bee Gees. Robin Gibb hevur sungið og skrivað sín part av Bee Gees-hittunum, sum hava selt meira enn 200 milliónir plátur kring heimin. Harafturat hava sangir hjá Bee Gees, sungnir av øðrum sangarum, selt milliónir av plátum.
Heili 60 sangir hjá teimum hava verið á hittlistum kring heimin, og hittini hjá Bee Gees eru eisini aktuell. Ein nýggj innspæling av sanginum ”Islands In The Stream” hevur fyri stuttum ligið sum nummar 1 í Bretlandi, og tað hevur við sær, at Bee Gees hevur havt sangir ovast á bretska hitlistanum í fimm ártíggjund.
Bee Gees eru eisini millum fremstu bólkar í heiminum, tá tað kemur til sølu av tónleiki. Ein amerikanskur felagsskapur hevur gjørt upp, at bert Elvis Presley, The Beatles, Michael Jackson, Garth Brooks og Paul McCartney hava selt meira fløgur enn Bee Gees.
Bee Gees góvu sína fyrstu plátu út í 1965. Síðani kom ein røð av væl umtóktum útgávum, og síðst í 70’unum vóru Bee Gees so populerir, at teir eitt skifti høvdu 5 sangir millum 10 teir ovastu sangirnar á amerikanska single hitlistanum – eitt óhoyrt bragd.
Eitt minniligt kvøld
Bee Gees góvu sína seinastu fløgu út í 2001, og tvey ár seinni gavst bólkurin at spæla, tá Maurice Gibb doyði brádliga. Síðani hava Robin og Barry Gibb tó verið virknir tónleikarar, og teir hava hvør í sínum lagi spælt konsertir við Bee Gees sangum.
Og nú kemur Robin Gibb kemur til Føroya at hava eina konsert – eitt minniligt kvøld – við øllum teimum størstu hittunum hjá Bee Gees. Summar Festivalurin er til reiðar at bjóða kanska mest legendarisku konsertina í Føroyum nakrantíð.
Um onkur av teim ungu festivalgestunum ikki halda seg kenna løgini hjá Bee Gees serliga væl, so ber til at fara inn á www.youtube.com og leita fram góðar tónar. Tit verða ikki vónsvikin, so tað er bara at fara í gongd.. ;)