Robin van Persie gjørdist dagsins maður við trimum málum, tá Arsenal var á vitjan hjá Chelsea. Gestirnir vunnu málríku London uppgerðina 5-3. Manchester United reisti seg við teprum sigri á Everton, meðan grannarnir framvegis eru fremstir.
Arsenal vann grannauppgerðina móti Chelsea á Stamford Bridge 5-3, eftir at hava verið aftanfyri 2-1 í hálvleikinum. Tað var full ferð á dystinum frá fyrsta bríksli og bæði liðini høvdu møguleikar til fleiri enn tey átta málini, ið komu.
Chelsea kom á odda, tá Frank Lampard stútaði innlegg í mál. Løtu seinni svaraði Arsenal aftur, tá gott uppspæl endaði við at Gervinho lættliga kundi leggja bóltin upp á tvørs til ein púra blankan Robin van Persie.
Nógv hevur verið sagt um John Terry seinastu vikuna orsaka av ákæruni um rasistiskan málbuð. Chelsea venjarin metti tó, at hann var væl førur fyri at spæla. Chelsea liðskiparin takkaði fyri álitið og legði Chelsea á odda stutt fyri hálvleik, tá hann fekk fótin á bóltin eftir hornaspark.
Í seinna hálvleiki javnaði André Santos, áðrenn Theo Walcott legði Arsenal á odda. Tíggju minuttir javnaði Juan Mata við langskoti og eina løtu var Chelsea omaná. Men so tók Robin van Persie sakina í egnar hendur. Fyrst fekk hann fulla úrtøku burtur úr, tá John Terry datt og í yvirtíðini skoraði hann sítt triðja mál tá Arsenal fór í mótálop.
Hetta er fyrstu ferð í Permier League søguni, at Chelsea hevur latið fimm mál inn á Stamford Bridge. Arsenal hevur nú vunnið tríggjar Premier League dystir á rað.
Manchester United vann 1-0 á Goodison Park móti Everton. Javier Hernandez skoraði einsamalla málið í dystinum. Framherjin úr Meksiko hevur júst skrivað undir nýggjan fimm ára sáttmála við felagið.
Grannarnir og oddaliðið í Premier League, Manchester City, vunnu 3-1 á Wolverhampton á heimavølli. Edin Dzeko, Alexandar Kolarov og Adam Johnson skoraðu málini fyri oddaliðið, ið eisini fekk liðskiparin og miðverjan, Vincent Kompany, útvístan.
Manchester City hevur 28 stig á fremsta plássi, meðan Manchester United hevur 23 á øðrum plássi. Chelsea hevur 19 stig á fjórða plássi, meðan Arsenal nú er nummar seks við 16 stigum.
Premier League um vikuskiftið:
Í dag:
Everton Manchester United 0-1 (0-1)
0-1 Javier Hernandez, 19
Chelsea Arsenal 3-5 (2-1)
1-0 Frank Lampard, 14
1-1 Robin van Persie, 36
2-1 John Terry, 45
2-2 André Santos, 49
2-3 Theo Walcott, 56
3-3 Juan Mata, 81
3-4 Robin van Persie, 85
3-5 Robin van Persie, 90
Manchester City Wolves 3-1 (0-0)
1-0 Edin Dzeko, 52
2-0 Alexandar Kolarov, 67
2-1 Stephen Hunt, 75 br
3-1 Adam Johnson, 90
Norwich Blackburn 3-3 (0-1)
0-1 David Hoilet, 45
1-1 Steven Morison, 53
1-2 Aiyegbeni Yakubu, 62
1-3 Christopher Samba, 64
2-3 Bradley Johnson, 82
3-3 Grant Holt, 90 br
Sunderland Aston Villa 2-2 (1-1)
0-1 Stiliyan Petrov, 20
1-1 Connor Wickham, 38
1-2 Richard Dunne, 85
2-2 Stephane Sessegon, 89
Swansea Bolton 3-1 (0-0)
1-0 Joe Allen, 49
2-0 Scott Sinclair, 57 br
2-1 Daniel Graham, 74 sjálvmál
3-1 Daniel Graham, 90
Wigan Fulham 0-2 (0-1)
0-1 Clint Dempsey, 42
0-2 Moussa Dembélé, 87
WBA Liverpool (17:30)
Sunnudagin:
Tottenham QPR (16:00)
Mánadagin:
Stoke Newcastle (20:00)