Við Varðagøtu í Havn stendur í hesum døgum ein fremmandur bilur, eitt rugbreyð. Bilurin hevur danskar nummarplátur, og eigarin er Erla Dal Mørch, sum er heima og vitjar mammu sína.
Men hon er eisini komin til Føroya í arbeiðsørindum, tí bilurin er hennara rullandi listgallarí, og hon málar, meðan hon er í Føroyum.
Erla Dal Mørch er eitt gott dømi um, at ikki er neyðugt alt lívið at hanga í sama slag arbeiði. Fært tú onkursvegna eitt spark, kanst tú leggja lívið fullkomiliga um.
Erla fór 17 ára gomul til Danmarkar og fekk sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Í 1999 hevði hon verið í 30 ár í yrkinum og trongdi til ein steðg.
Hon meldaði seg til donsku sjónvarpsrøðina Robinson Expeditionen, og hetta kom at broyta lív hennara nógv.
- Ógvusligar upplivingar sum tær í Robinson fáa fólk at hugsa øðrvísi, og soleiðis var við mær, sigur Erla.
Undan Robinson hugsaði hon so smátt um at royna okkurt annað arbeiði, men alt hon hugsaði um, hevði meira ella minni við sjúkrarøkt at gera. Robinson førdi hana inn á aðrar tankar.
- Eg fekk mær eitt fríár og fór á listaskúla og lærdi meg at arbeiða við glasi og leiri. Eg havi altíð verið so hugtikin av listini og litunum hjá Tróndi Patursson og hugsaði mær til, at eg skuldi fara at mála á glas. Men tá ið eg fann útav, hvussu nógv ein ovnur kostaði, slepti eg tí ætlanini, sigur Erla.
Beinanvegin, sum hon fór at royna seg sum listafólk, byrjaði hon so smátt at selja verk síni.
Ferð kom á
Í 2004 ynski hon sær lørift og máling í føðingardagsgávu, og tá kom ferð á.
- Longu í 2006 gekk so væl hjá mær, at eg kundi liva av mínum verkum og siga fasta arbeiðið frá mær, sigur Erla.
Hon viðgongur, at hon var heppin, tí júst tá vórðu nógv hús smíðað í Danmark, og stílurin í hesum húsum var góður karmur til verk hennara. Húsini við høgum og hvítum veggum og svørtum innbúgvi kundu frískast upp og fáa sál við stóru málningum hennara á veggunum. Heilt nógvar myndir hevur Erla selt til familjur í slíkum húsum.
Munn til munn
Seinasta árið hevur Erla havt eitt fast gallarí, men fíggjarkreppan hevði við sær, at verri var at selja list. Hon stongdi tí gallaríið og keypti sær herfyri ein stóran bil, sum hon so ferðast runt við og selur list úr.
- Eg havi ongantíð lýst fyri at siga hvør eg eri. Fólk koma í samband við meg, tí tey hava hoyrt um meg frá onkrum øðrum. Eg havi kortini verið um alt Danmark, sigur Erla, sum stundum vegleiðir fólk í at innrætta.
Hon hevur ongantíð lært at mála, men hevur sín heilt egna stíl. Tað eru fyri tað mesta heilt stórir málningar, sum hon málar á liggjandi. Myndirnar hava einki beinleiðis motiv, men tú kanst kortini síggja myndir í myndunum.
- Myndin verður til, meðan eg máli. Tað líkasum kemur til mín, hvussu myndin skal verða, sigur Erla.
Litríkidømi
Hon brúkar nógva máling, og eini átta løg eru á hvørjari mynd. Felags fyri myndirnar er, at tær hava sterkar litir.
- Litir eru mín stóra inspirasjónskelda, og tá ið fólk siga, at myndirnar gera tey glað, havi eg nátt mínum máli. Eg eri eisini fegin um, at fólk keypa myndirnar fyri myndirnar og ikki tí, at eg havi gjørt tær. Eg eri ikki nakað navn, sigur Erla.
Síðan hon kom til Føroya fyri góðum tveimum vikum síðan, hevur hon málað tveir málningar. Nakrir hevði hon við sær úr Danmark, og hon hevði einki havt ímóti at sýnt tær fram eitt nú á ólavsøku. Um onkur í Føroyum hevur hug at vita nærri um listina hjá Erlu, er hon at hitta á tlf. 312694 ella 252502.