Felagið V-Invest í Vági hevur átt Roc Amadour síðani 2006. Har verður sagt, at skipið er gamalt og tí er tað nú á sølulista, tí felagið vil fegið av við skipið. Ætlanin var at fáa Sunbeam inn fyri Sancy, men hetta eydnaðist ikki, men nú er so loysn funnin, har “Rokkurin” fer úr og Sunbeam kemur inn í flotan. Sunbeam hevur annars ligið svínabundin við bryggju í Vági, síðani skipið kom til landið fyri ári síðani.
Roc Amadour er bygdur í Fraklandi í 1973 og kom til Føroya í 1981. Tá hevði skipið heimstað á Strondum, og frá 1994 til 2001 hevði tað heimstað í Fuglafirði og nevndist Boðasteinur. Felagið Moyggjartúgva í Vági keypti skipið í 2001 og fekk skipið aftur navnið Roc Amadour.
Roc Amadour gjørdi góðan túr á síðsta túrinum. Skipið kom á Vág leygardagin við 85 tonsum, sum ætlanin var landað á Tvøroyri í dag, mánadag, og virðið á lastini er á leið 1,5 milliónir krónur.