KONSERT
Á hesi fyrstu konsert hjá felagnum verða bólkanir Chain, Iris og Stinkfist at hoyra.
Nógv hevur ikki verið at hoyrt frá hesum bólkum - umframt at hava spælt m.a. í Atlantis, hevur Chain spælt til eina Free Føroyar konsert, meðan Iris og Stinkfist áður hava luttikið í Prix Føroyum - men leygarkvøldið fáa klaksvíkingar so høvi at hoyra hvat teir lokalu rockbólkarnir hava at bjóða áskoðarunum. Bilettur til konsertina fáast við dyrnar.
Sama leygardag kl. 17.00 verður stovnandi aðalfundur hjá tónleikafelagnum Sjey00 í býráðshøllini í Klaksvík, har øll áhugaði eru vælkomin og har tað m.a. ber til at tekna seg sum lim í felagnum.