Rockbólkurin Norðkraft á Ljósfest 2026

Tónleikabólkurin Norðcraft spælir leygarkvøldið 15. august á Ljósfestini í Vági. 

 

Norðkraft sum spælir harðan og góðan rocktónleik, hava givið fleiri tónleikaløg út, síðani rockbólkurin var stovnaður í 2016. 

 

Tónleikutin hjá Norðcraft tók meira dik á seg frá 2024 og til dagin í dag, har fleiri stakløg eru givin út. M.a  kunnu nevnast: “ Heim frá Amerika “ “ Marianna” “ Skít! Líkamikið” og “ Gloym meg“. 

 

Tónleikurin hjá Nordkraft er eisini nógv at hoyra í Føroyum, og er eisini sera væl móttikin í Danmark. 

 

Annars var tað sangarin við framúrskarandi rockrøddini, Edmund Jacobsen, og evnaríki guitarleikarin, Mikkjal Hvannastein, sum tóku stig til at stovna Norðkraft í 2016, har teir saman við Matthew Anyanwu og Peter Jakobsen manna bólkin. 

 

-Edmund Jacobsen og hinir úr Norðkraft, fara eisini at spæla fleiri av kendastu av landaplágunun hjá Chase. Tað er eisini úr Chase okur kenna Edmund best, sum forsangara í bólkinum við 2 tónleikaútgávum á baki. Chase útgav sína fyrstu útgávu í 1992, sum bar heitið “ Chase “, og so kom “ Sum Tjóvur Á Nátt” út í 2001. Chase var so avgjørt ein av heilt stóru rockbólkunum, sum vit kenna til í Føroyum, siga fyrireikararnir. 

 

Hitt sum “ Fyrstu ferð “ 7 míl frá Hoolywood” og vakri og stilli sangurin “ Sakni teg “, vóru nógv spældir og hóast langt er ímillum, so er Chase framvegis frammi viðhvørt. 

 

Til Ljósfestina leygarkvøldið 15 august í Vági , verður Norðkraft mannaður við dugnaligari føroyskari manning. 

 

Teir eru: Edmund Jacobsen sang, Mikkjal Hvannstein guitar, Kristoffur Mørkøre bass og á trummun verður tað James Olsen, sum eisini var við í Chase saman við Edmund Jacobsen. 

 

Ljósfestin í Vági verður 14.–16. august 2026