Róð nú Snopprikkur

Kappróður: Frágera spennandi tá Snopprikkur snýtti Sølmund, sum hevði verið fremstur mesta av teinum, í endaspurtinum

Alt bendir á, at kappingin um FM heitið verður knallhørð millum fleiri seksmannafør.

Sjey manningar tóku lut í róðrinum á norðoyastevnu, og skulu vit døma út frá tíðunum, so kann tað væl fara at vera, at í hvussu so er fýra bátar fara at kappast um samlaða sigurin í hesum kappróðrarárinum.

Tað vóru fimm sekund millum Snopprikkin, sum vann, og Gongurólvin, sum endaði á fjórða plássinum. Strálan, Lómur og Jarnbardur vóru so mikið nógv aftanfyri hinar bátarnar, at tað er lítið sannlíkt, at hesir bátarnir fara at hava stórvegis møguleika at blanda seg upp í kappingina ? í hvussu so er meðan tað verður róð á fimtan hundrað metrum, og um vit bara meta út frá tíðunum á norðoyastevnu.


Vunnu í spurtinum

Sølmundur hjá NSÍ leyp avstað, og hann var fremstur nógv tann størsta partin av teininum. Tá bátarnir fóru um túsund metra málið ? tað vil siga, tá teir høvdu róð ein triðing av málinum ? var munurin eina hálva bátslongd, og ta næstu løtuna fór hann frá Gongurólvi, Hósvíkingi og Snopprikki, sum lógu á næstu plássunum. Og munurin var eina løtu so mikið stórur, at guli báturin var gott og væl leystur av kappingarneytunum.

Men so var tað, at Snopprikkur, sum hvalbingar eiga, men sum í ár er mannaður við fólki úr høvuðsstaðnum, av álvara tók sær um reiggj í endaspurtinum. Tað var ikki sum í søgnini um tann, sum báturin er uppkallaður eftir. Teir róðu væl, og hvørt áratakið munaði so dyggiiga.

Snopprikkurin dró eina løtu Hósvíkingin fram við sær, men síðstu metrarnar inn móti málinum stóð kappingin millum Sølmund og Snopprikkin, sum altso var fyrstur um málið.


Hilnaðist illa hjá

teimum eystastu

Tað varð tosað um, hví tað gekk, soleiðis sum tað gekk, og tað vil so vera, at tað eru altíð fleiri áskoðanir og metingar. Teir umborð á Snopprikki vóru drúgvastir, og teir høvdu tískil uppiborið at vinna. Onkur vísti á, at sammett við Sølmund, sum lá mitt úti á, so var tað kanska ein fyrimunur fyri Snopprikkin og Hósvíkingin, at teir báðir lógu vestastir og tískil fyrst fingu lívd fyri útnyrðingslotinum, sum ikki var so heilt lítið. Men tað er ómøguligt at siga, hvønn týdning hetta møguliga hevur havt.

Komandi leygardag verður Sølmundur í heimasjógvi, og tá fara teir og teir umborð á Hósvíkingi at liggja borð um borð við Snopprikkin, sum við sigrinum í Klaksvík fær plássið í miðjuni.

Í fjør vann Hvessingur í stórum stíli á norðoyastevnu, tá hann var heili seks sekund frammanfyri Gongurólvin. Hvessingur var ikki við hesa ferð, og Gongurólvur megnaði bara eina løtu at vera við í kappingini um fremstu plássini.

Jarnbardur og Strálan lógu eystastir, og teir endaðu saman við Lómi á aftastu plássunum. Hvønn týdning tað kanska hevur havt, at teir lógu soleiðis fyri, at teir sum teir síðstu fingu lívdina, fáa vit ikki at vita fyrrenn komandi leygardag.