Tað brennur undir setrinum hjá José Mourinho, høvuðsvenjara hjá Chelsea. Meistaraliðið úr London hevur higartil tapt sjey av teimum 12 dystunum í Premier League, og fleiri enskir miðlar skriva og tosa um, at tað er bert ein spurningur um tíð, at portugisiski venjarin fær sparkið.
Sambært enska blaðnum "Sunday Express" eru triggir kandidatar til at yvirtaka høvuðsvenjarasessin hjá Chelsea. Sambært blaðnum er talan um fyrrverandi Liverpool-venjaran, Brendan Rodgers, og tveir fyrrverandi venjarar hjá Chelsea, Roberto di Matteo og Guus Hiddink.
Eitt annað enskt blað "Sunday People" skrivar, at maðurin, sum høvuðseigarin hjá Chelsea, Roman Abramovitsj veruliga ynskir, sum eina varandi loysn, sum høvuðsvenjari hjá Chelsea, er núverandi høvuðsvenjarin hjá Atletico Madrid, argentinski Diego Simone, men hann verður ikki tøkur fyrrenn komandi summar.