Hetta er aðru ferð, at Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hevur sæti á tingi Rodmundur Nielsen tók týsdagin 9. desember sæti á tingi fyri Óla Breckmann úr Fólkaflokkinum.
Hetta er aðru ferð, at Rodmundur hevur sæti á tingi, men fyrru ferðina var hann bert við til onkran einstakan tingfund.
Hesaferð verður steðgurin nakað longri, og Rodmundur væntar sjálvur, at hann kemur at sita nakað inn í nýggja árið.
Rodmundur sigur, at hann kennur seg væl á tingi. Tað er hugaligt at vera aftur, tó at umstøðurnar í samfelagnum eru nógv broyttar seinasta árið.
- Eg var í kommunalpolitikki í átta ár, men arbeiði í kommununi kann ikki so væl samanberast við tingarbeiði. Vit hava ein lutfalsliga stóran tingbólk, og vit býta uppgávurnar ímillum okkum, sigur Rodmundur Nielsen.