Hann eigur pláss í øllum fótbóltshjørtum í Klaksvík. Hann hevur hugtikið allar áskoðararnar við Djúpumýru. Hóast talan er um tveir heilt ymiskar fótbóltsleikarar, so hevur ein kvikur, frekur og hugflogsríkur brasiliumaður loyst av stóra og tunga Paul Clapson sum framherji í Klaksvík. Sunnudagin bjargaði hann aftur vikuskiftinum hjá klaksvíkingum, tá hann við tveimum málum søkti B36. Hann hevur áður roynt seg í norskum fótbólti, men dreymurin er at sleppa til Suðurevropa at spæla fótbólt.
Navnið er Rodrigo Silva. Í fyrru kappingarhálvu hevur hann verið millum stinnastu leikararnar í føroysku kappingini, har hann tykist at hava tað lætt móti tungu verjuleikarunum.
Ótrúligi Kristoffur
Rodrigo Silva var sjálvsagt væl vitandi um, at tað varð ein kollvelting, tá hann legði leiðina til Føroya í vetur. Møguleikarnir eru ikki júst teir somu og líka nógvir í tali sum aðrastaðni. Men hóast hann ikki nýtir tíðina til annað enn fótbólt, so stórtrívist hann í norðuroyggjum. Málsøkni brasiliumaðurin hevur ongantíð runnið seg í trupulleikar, og tað er serliga takkað verið vinarligu klaksvíkingunum.
Tað er ikki bara vakra føroyska oyggjalandið, sum hevur hugtikið Rodrigo Silva. Hvønn dag rennur hann á vøllinum í Djúpumýru saman við einum viðleikara, sum hann er sera imponeraður á.
- Kristoffur Jakobsen er ein sera evnaríkur spælari. Heldur hann áfram við menningini, so kann hann røkka langt. Tað er eisini fult uppiborið, at hann longu nú er komin í landsliðshitan. Honum vænti eg mær heilt vist nógv av. Men eg má siga, at eg eri bilsin av fótbóltsevnunum hjá Christian Høgna Jacobsen, sum spælur í HB. Eg haldi, at hann er besti leikarin í Formuladeildini í løtuni. Fyri at menna heildina, so er neyðugt, at fótbólturin verður arbeiði. Men tað er ikki møguligt í Føroyum júst nú, sigur Rodrigo Silva.
Klaksvíkar Ítróttarfelag setti fyri trimum árum síðan eina langtíðarætlan, sum millum annað segði, at felagið skuldi vinna føroyameistaraheitið í 2009. Heldur tú, at tað er gjørligt?
- Avgjørt. Vit komu ikki serliga væl frá byrjan í ár. Vit spældu mest við langum bóltum, meðan vit munandi meira spæla bólt nú. Og tað passar væl betri til mín. Men sjálvandi skulu vit betra okkum á nógvum økjum, um KÍ skal verða føroyameistari í 2009. Vit mugu fáa styrk, og serliga royndar leikarar. Men tað er ikki ógjørligt, staðfestir brasiliumaðurin.
Strembar eftir Evropa
Tað hevur ofta verið trupult hjá útlendingum at venja seg við buldrasliga veðurlagið, sum føroyingar uppliva árið runt. Fleiri dømi er um, har avrikini á graslíkisvallunum kring landið eru hareftir.
Í so máta hevur eydnast væl hjá Rodrigo. Men dreymurin er ikki at spæla í køldu Føroyum í fleiri ár. Brasiliumaðurin strembar eftir at sleppa til Suðurevropa.
- Eg kundi væl hugsa mær at spæla í Italia, Spania ella Portugal. Tað verður sera trupult at verða í bestu deildini í hesum londunum, men eg kundi væl hugsa mær at spælt har. Tað er tað, eg droymi um. Nú eri eg í Klaksvík, og eg vil fegin halda fram í komandi kappingarári eisini, sigur hann.
Dreymur og veruleiki er hvør sítt. At spæla í Spania og Føroyum er sanniliga eisini hvør sítt. Tí er freistandi at spyrja, um tað ikki er eitt afturstig at verða í føroyskum fótbólti. Tað heldur Rodrigo hinvegin ikki.
- Eg síggi alt sum ein møguleika at menna meg. Eg læri nógv av hesum, og avbjóðingarnar eru nýggjar í sjálvum fótbóltsspælinum. Eg valdi Klaksvík og Skandinavia framum fleiri tilboð, sum eg hevði úr Asia, sigur brasiliumaðurin. Hann vísti eisini aftur einum felagið í Kina, sum kom við góðum boði, tá hann hevði verið í norðuroyggjum í tvær vikur. Tí sum hann sigur: Nú er hann í Klaksvík.
Líkist Noregi
Umstøðurnar í Føroyum eru ikki heilt ókendar fyri hugflogsríka brasiliumannin. Fyri trimum árum síðan var hann við at lyfta Sandefjord upp í bestu norsku deildina. Hann hevði torført við at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingini, og tíggju ferðir var hann innskiftur gjøgnum kappingarárið.
Tann tá 23 ára gamli Rodrigo Silva var rættiliga einsamallur í Noregi. Longsulin eftir heimlandinum gjørdi sítt til, at hann í 2006 vendi nøsini aftur til Brasilia. Har hevur hann hildið til seinastu árini.
- Føroyskur fótbóltur líkist nógv tí norska. Tað verður ikki lagdur nógvur dentur á, hvat tú dugir við bóltinum. Heldur eru tað nærdystirnir og takklingarnar. Tað visti eg væl áðrenn, og tað er ein avbjóðing. Eg eri eisini so smátt vandur við tað nú, sigur 25 ára gamli Rodrigo Silva.
Navn: Rodrigo Goncalves de Oliveira Lopes Silva
Føddur: 16. november, 1982
Tjóðskapur: Brasil
Felag: KÍ
Pláss: Framherji