Rodriguez í heimsflokki

Sambært tapandi venjaranum hjá Uruguay, Oscar Tabarez, er James Rodriguez í sama flokki sum Maradona, Messi og Suarez.

Sambært tapandi venjaranum hjá Uruguay, Oscar Tabarez, er James Rodriguez í sama flokki sum Maradona, Messi og Suarez.

 

22 ára gamli Rodriguez skoraði fyrsta málið í áttandaparts finaluni fyri Kolombia við einum fantastiskum fluktara uttan fyri brotsteigin.

 

- Eg var ongantíð í iva um, at hetta fór at verða hanara HM - HM hjá James Rodriguez, segði venjrin hjá Kolumbia, Jose Pekerman.

 

Rodriguez, sum er fluttur frá portugisiska Porto til Monaco fyri 350 milliónir krónur síðsta ár, er vorðin ein av stjørnunum í kappingini við fráveruni av kolumbianska Radamel Falcao.

 

Við fimm málum er Rodriguez toppskorari í kappingini, eitt mál framman fyri Messi, Neymar og Thomas Müller, og hevur skorað í øllum dystunu fyri Kolumbia higartil.