Rodriguez til Premier League fyri 567 miljónir krónur

Real Madrid hevur bjóða Premier League felagi at keypa James Rodriguez fyri eina stóra upphædd

60 miljónir bretsk pund, ella 567 miljónir krónur í okkara peningi er upphæddin Real Madrid hevur bjóðað Manchester United at keypa kolumbianska áleyparan, James Rodriguez fyri.

 

James Rodriguez stórspældi, tá Kolumbia rakk fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í Brasil í 2014, og bleiv tá seldur til Real Madrid úr Monaco fyri eina upphædd, sum svarar til 595 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Viðurskiftini millum James Rodriguez og høvuðsvenjaran hjá Real Madrid, Zinedine Zidane eru ikki góð, og tað fer helst at merkja, at James Rodriguez fer úr Madrid komandi summar.

 

Enska blaðið, "Daily Star" skrivar, at bæði Manchester City, Chelsea og Manchester United eru sett í samband við James Rodriguez. Daily Star skrivar eisini, at Real Madrid hevur bjóðað Manchester United at keypa kolumbianska áleyparan fyri eina upphædd, sum svarar til 567 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Eitt annað enskt blað, "Daily Mail" skrivar í sínum lagi, at Paris Saint Germain ætlar at lokka 20 ára gamla Anthony Martial til París at verða avloysari fyri Zlatan Ibrahimovic. Anthony Martial sigur seg trívast væl í Manchester, men Paris Saint Germain skal verða til reiðar at lokka hann til franska høvuðsstaðin við einari risaupphædd.