Røktarheim – Sambýli

Nú orðaskifti aftur er um røktarheimspláss og sambýlir, harmar tað meg almikið, at tað er nevndin fyri Landsfelag Pensjónista (LP), sum leggur upp til at niðurleggja sambýlir og ikki byggja fleiri røktarheim.

 

Nevndin fyri LP hevur sum ein av sínum fremstu uppgávum at ráðgeva landsmyndugleikunum  um viðurskiftini á eldraøkinum. Og so kemur nevndin nú við hesum óundirbygdu ráðum, sum avvarandi myndugleikar fegin taka til sín, tí teir halda sjálvandi, at tað er hetta,  sum flestu føroysku fólkapensjónistar vilja, tá umboð teirra kemur við slíkum útsøgnum.

 

Núverandi nevnd hevur fleiri ferðir hesi seinasti tvey árini borið hetta upp á mál bæði á pensjónistafundum og alment, og fleiri hava mótmælt harðliga henda  hugburð hjá  núverandi nevnd í LP. 

 

Fyrrverandi nevndir í LP hava tvørturímóti mælt til at útbyggja á hesum økinum, bæði røktarheimspláss og sambýlir, til komið var á mál.

 

Signar Dam hevur so púra rætt í tí, sum hann førir fram í lesarabrævi í Sosialinum. Tað er enn tørvur á røktarheimsplássum og sambýlum.

 

Vit komu nakað seint í gongd við at útbyggja eldraøkið, men tey seinastu 40 árini hava vit megnað at fingið til vega meira enn 600 búpláss til óhjálpin eldri,vtað er gott klárað, men vit eru ikki komin á mál enn, og tí er burturvið at mæla landsmyndugleikum og kommunalum myndugleikum at steðga hesari útbygging.

 

Vónandi fara fleiri at mæla ímóti, at hesin nýggi hugburður hjá LP vinnur frama, so avvarandi myndugleikar fá eyguni upp fyri, at enn er  tørvur á bæði sambýlum og røktarheimsplássum. Broytingar á hesum økinum  fara ivaleyst at koma, tá tann akutti tørvurin er nøktaður.