Frá hósdegnum 19. september til og við sunnudagin 22. september bjóðar mentanarvikan í Fuglafirði til listaframsýning í bygninginum hjá Eik.
Tað verða Brandur Patursson, Frits Johannsen, Jógvan Andrias á Brúnni og Janus á Húsagarði, sum fara at sýna fram sína list.
Úr Fuglafirði verður sagt, at fernisering í sambandi við framsýningina, sum hevur fingið heitið "Rørslur og ljóð", verður hósdagin klokkan 17.