Hetta er triðja árið, at eg skipi fyri Summar Festivalinum, og hesaferð føli eg, at eg havi fingið ein ordiligan gloypibita sigur Steintór Rasmussen um, at stóri festivalurin í Klaksvík hevur tryggjað sær fyrrverandi Supertramparan Roger Hodgson á ársins festival.
Steintór minnist Supertramp, sum ein av teimum bólkunum, ið hann dámdi allar best í 80unum. Teir vóru øgiliga stórir í Føroyum tá, og hóast man ikki hevur hoyrt so nógv til Supertramp seinnu árini. so eiga teir eitt stórt pláss í hjørtunum á fólki, ið eru á mínum aldri, eitt sindur yngri og eitt sindur eldri, heldur hann fram.
Sum at fáa upprunaliga bólkin hendanvegin
Roger Hodgson var eitt slag av multigeniið í bólkinum, hansara rødd er ein so stórur partur av teirra ljóði, so vit føla, at hetta er, sum at fáa upprunaliga Supertramp at spæla. Hetta gleða vit okkum til.
Steintór sigur somuleiðis, at av tí, at Supertramp er ein so kendur bólkur í Føroyum, hevur festivalurin í rúma tíð, ætla sær at fingið Roger Hodgson henda vegin. Tá tey endiliga her fyri settu seg í samband við Hodgson, vísti hann seg at vera sera sympatiskur, og tí bar til, at fáa Føroyaferðina í lag.
Hodgson er á konsertferð í Evropa í juli og avgust, so Summar Festivalurin passaði væl inn í skránna.
Ikki bert fyri tey gomlu
Higartil hevur Summar Festivalurin bert avdúkað The Rasmus fyri yngra fólki, meðan tvey stór útlendskt nøvn Shu-Bi-Dua og Roger Hodgson eru avdúkaði til teir eldru áskoðararnar, men Steintór sigur, at hetta ikki skal síggjast, sum um festivalurin ætlar sær at forsøma yngru áskoðararnar.
Hann sigur, at enn eru fleiri útlendsk nøvn, ið ikki eru avdúkaði og so eisini øll tey føroysku. Umframt okkurt fyri tey heilt yngstu.