Roger Whittaker er deyður

Eisini her heima í Føroyum sang og bríkslaði Whittaker nógv í úrvarpinum, serliga í sjeyti- og áttatiárunum.

Sangarin og tónleikarin Roger Whittaker er deyður, vita útlendskir miðlar at siga

 

Hann fór stillisliga foldum frá 13. september á sjúkrahúsi í Fraklandi við konu og børnum kring seg, verður sagt.

 

Jarðarferðin hevur verið.

 

Hann var føddur í Nairobi í 1936, og eftir at bretski sangarin legði seg eftir eini yrkisleið innan tónleikin, hevur hann selt fleiri enn 50 milliónir eintøk av útgávum sínum.

 

Umframt at syngja, so gjørdist hann sera kendur fyri evni síni at bríksla.

 

Eisini her heima í Føroyum sang og bríkslaði Whittaker nógv í úrvarpinum, serliga í sjeyti- og áttatiárunum.

 

Kendur er hann millum annað fyri Mexican Whistler, The Last Farewell og I Don’t Believe in “If” Anymore.

 

Roger Whittaker gjørdist 87 áa gamal, og eftir hann sita konan Natalie, sum hann giftst við í 1964, og teirra fimm børn.