Skip og bátar, sum selja rogn á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, fáa vánaligan prís fyri rognini.
Tey einastu rognini, sum fáa rímiligan prís, eru longurogn, har prísurin vanliga liggur um 14 krónur fyri kilo. Prísurin á toskarognum lá herfyri um átta krónur, men fór niður á seks krónur í síðstu viku.
Nú trolararnir hava fingið rættiliga væl av upsa, hava fleiri teirra havt upsarogn á uppboðssøluni, og summar dagar hava fleiri tons av upsarognum verið á marknaðinum. Herfyri fóru upsarognini fyri seks krónur kilo, men í seinastuni hevur prísurin verið niðri á fýra krónum.
Tað bøtti ikki um kappingina, at Tavan í Leirvík gavst at keypa upsarogn síðst í februar, tí virkið hevði ikki keyparar til meiri rogn.
Til sammetingar kann nevnast, at á fiskamarknaðinum í Hanstholm hevur rognaprísurin ligið frá 10 krónum og væl upp um tað ta seinastu tíðina.