– Lagið er ordiliga gott. Vit eru væl fyri.
Soleiðis ljóðar úr telefonini umborð á specialbygda árabátinum "Guðrun" nú í kvøld.
Fyri einari góðari viku síðani fóru Jákup Jacobsen, Edmund Berg og Neil Blackerby úr Florida og settu kósina móti Føroyum.
Teir hava nú róð knappar 450 fjórðingar og eru staddir nakað eystan fyri Georgia og South Carolina.
Men nú eru teir bara tveir. Tí leygardagin fór onglendingurin Neil Blackerby í land.
– Hann bleiv so ræðuliga illa fyri hósdagin og fríggjadagin. Ilt í hjarta, fekk ikki andað og sovorðið. Í samráð við læknan hjá honum bleiv avgjørt, at best var at gevast og fara í land. So leygardagin kom costguard eftir honum við helikoptara, fortelur Jákup Jacobsen.
LES EISINI: Í morgin verður tað: Fara at rógva úr USA til Føroya
Hetta var eitt ordans skot fyri bógvin í stóru verkætlanini, sum teir tríggir hava fyrireikað í eini trý ár, men føroyingarnir báðir Jákup og Edmund ætla ikki at geva skarvin yvir fyri tað. Teir halda fram.
– Tað kemur sjálvandi at ávirka ferðaætlanina hjá okkum. Ferðin fer til dømis eitt sindur niður. Men nú hava vit eyka nógv av mati, so vit kunnu eta heilt til jólar, sigur Jákup skemtandi.
– Jú jú, vit lata væl at allíkavæl.
Teir eru í skrivandi stund her:
##med3##
Mótvindur ávirkar
Men veðrið hevur argað nakað.
– Vit hava havt síðu- og mótvind síðan dag 2. Vindurin hevur verið upp móti 15 metrar um sekundið. Men vit hava ligið og trodsað tað, og vit rógva allíkavæl. Inn í millum er tað góð ferð á, eini 4,5 míl, sigur Jákup Jacobsen.
Vindurin hevur sera nógv at siga fyri ferðina, tí um tað er mótvindur, má man rógva fyri ikki at reka aftur eftir, og tá er avmarkað, hvussu skjótt man rør fram eftir. Men um vindurin er við tær, so verður munandi lættari at rógva. Og tað er tað, teir vóna umborð nú.
– Veðrið verður nokk betri veður hósdagin og í vikuskiftinum, sigur hann.
Til ber at fylgja teimum beinleiðis HER.
LES EISINI: Prestur vælsignar teir áðrenn teir fara avstað
##med2##