Tað var hótt við stórari frágongd úr EB/Streymi, tá kappingin endaði, men higartil, so er tað bara Levi Hanssen, sum ikki heldur fram í felagnum komandi ár. Í hansara stað er komin Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ.
Tað er framvegis ógreitt um Pætur Dam Jacobsen skiftir til Skála, sum er flutt upp í bestu deildina. Tað hevur ljóðað, at stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá sundalagsmonnum seinnu árini er sinnaður at geva Skála eina hjálpandi hond komandi kappingarár.
Rógvi Egilstoft Nielsen skifti undan hesum kappingarárinum til EB/Streym frá 07 Vestur. Hann hevur verið at kalla fastur maður á liðnum. Tað hevur ljóðað, at lið sum B36 og Skála hava víst vinstra bakkinum áhuga.
Rógvi hevur nú longt sáttmálan við EB/Streym, so hann eisini er galdandi fyri komandi kappingarár. Hann er ein av fleiri spælarum hjá EB/Streymi, sum hava valt at leingja sáttmálan.