Rógvi fekk hálvan tíma í javnleiki

FC Fredericia hevur nú seks stig upp til uppflytingarstrikuna í næstbestu deildini

FC Fredericia tók ímóti Helsingør í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag. Heimafólkið hevði sett nøsina upp ímóti einum sigri, so Fredericia kundi nærkast uppflytingarstrikuni, men tað endaði við javnleiki 2-2.

 

Tvær ferðir var FC Fredericia á sigurskós. Bæði í 22. og í 72. minutti legði Nicholas Gotfredsen FC Fredericia á odda, ávikavist 1-0 og 2-1, men í báðum førum javnaði Helsingør. Martin Koch javnaði til 1-1 í 58. minutti, og í 78. minutti javnaði Ricky Olsen við einum brotssparki

 

Sambært "Fredericia Dagblad" kom Rógvi Baldvinsson á vøllin í 62. minutti, tá støðan var 1-1. 

 

Fredericia liggur nú á fimta plássi við 24 stigum. Seks stig eru upp til Vejle, sum er á triðja plássi við 30 stigum. Trý tey ovastu liðini flyta upp í bestu fótbóltsdeildina.

 

Komandi sunnudag spælir FC Fredericia dyst á útivølli ímóti Roskilde. FC Fredericia endar fyrru hálvu av kappingini, sunnudagin 29. november við heimadysti ímóti Lyngby. Seinna helvt av kappingini fer í gongd aftur 13. mars komandi ár.