Danska Superligu-felagið, SønderjyskE, hevur fyri stuttari tíð síðani prýtt ein vegg á leikvølli teirra, Sydbank Park, har myndir hanga av landsliðsleikarum, sum hava spælt við felagnum.
Talan er um tilsamans 11 spælarar, sum síðani felagið sá dagsins ljós í 2004 hava umboðað ymisk landslið. Ímillum teirra er fyrrverandi føroyski landsliðsáleyparin, Rógvi Jacobsen.
Rógvi Jacobsen varð á heysti 2005 útleigaður frá KR Reykjavík til SønderjyskE, har hann spældi fimm dystir við felagnum áðrenn leigusáttmálin gekk út.
Meðan Rógvi spældi við SønderjyskE, spældi hann ein landsdyst við føroyska landsliðnum. Tann dysturin var á útivølli ímóti Ísrael, sum Føroyar taptu 2-1.
Sum nevnt, so hava tilsamans 11 SønderjyskE-leikarar verið á landsliðnum, og Rógvi Jacobsen kann erpa sær av, at hann var tann fyrsti í søgu felagsins.
Teir 11 landsliðsleikararnir hjá SønderjyskE:
Rógvi Jacobsen, Føroyar
Heinrich Isaacks, Namibia
Andrei Sidorenkov, Estland
Sölvi Ottesen, Ísland
Ólafur Skúlason, Ísland
Johnny Thomsen, Danmark
Nathan Coe, Avstralia
Quincy Antipas, Zimbabwe
Hallgrímur Jónasson, Ísland
Eyjólfur Héðinsson, Ísland
Adama Guira, Burkina Faso