Landsdysturin í Luksemburg í kvøld var tann 224. altjóða skrásetti, síðani Føroyar í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin.
Tað kemur sjáldan fyri, at Føroyar skora tvey mál á útivølli, men Føroyar hava onkra ferðina skorað tvey mál á útivølli og vunnið. Eitt dømi um hetta er HM undankappingardysturin 24. mars í 2001 í Luksemburg, tá ið Føroyar vunnu 2-0, og Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skoraðu málini.
Umframt í kvøld hevur úrslitið á útivølli tvær ferðir áður verið 2-2. Fyrra ferðin var í vinardysti ímóti Estlandi 24. februar 1996. Hesin dysturin varð spældur, tá ið føroyska landsliðið var á venjingarlegu á Kypros, og tann seinni var eisini spældur á Kypros. Tá var talan um HM undankappingardyst ímóti Kypros. Tað var 9. oktober 2004. Føroysku málini skoraðu Claus Bech Jørgensen og Rógvi Jacobsen.
Í kvøld rukku fýra spælarar dystartali, sum tað plagar at vera gjørt eitt sindur burturúr.
Tá ið Jóan Símun Edmundsson varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, var tað 75. ferðin, at hann umboðaði Føroyar á A-landsliðnum.
Viljormur Davidsen var fyri 60. ferð á landsliðnum í kvøld. Hann er tíggjundi spælarin, sum røkkur 60 landsdystum. Hinir eru Fróði Benjaminsen (95), Óli Johannesen (83), Jóans Símun Edmundsson (75), Jákup Mikkelsen (73), Hallur Hansson (72), Gunnar Nielsen (68), Jens Martin Knudsen (65), Julian Johnsson (62) og Jákup á Borg (61).
Klæmint A. Olsen og Rógvi Baldvinsson vóru í kvøld á landsliðnum fyri 50. ferð. Leikluturin hjá Rógva Baldvinsson hevur seinastu árini ikki verið so stórur á vøllinum, hóast hann ofta hevur verið í hópinum. Í 2019 spældi hann 10 landsdystir, og síðani hevur tað verið longri ímillum. Í 2020 spældi hann tríggjar landsdystir, í 2021 ein og í kvøld var hann fyri aðru ferð í ár á landsliðnum.